Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Tey greiðu og skilagóðu svarini í Bíbliuni hugtóku meg

Tey greiðu og skilagóðu svarini í Bíbliuni hugtóku meg
  • FØDDUR: 1948

  • HEIMLAND: UNGARN

  • FORTÍÐ: LONGDIST EFTIR AT FÁA SVAR UPP Á LÍVSINS STÓRU SPURNINGAR

BAKGRUND

Eg eri føddur í einum av teimum heilt gomlu býunum í Ungarn. Eg minnist enn, hvussu stóran skaða býurin hevði fingið í seinna heimsbardaga.

Tá ið eg var smádrongur, vóru tað omma og abbi, sum tóku sær av mær. Eg havi so nógv góð minni um tey – serliga um ommu mína, Elisabeth. Tað var hon, sum lærdi meg at trúgva á Gud. Hon bað faðirvár við mær hvørt kvøld, frá eg var trý ára gamal. Men tað var ikki fyrr enn eg var síðst í tjúgunum, at eg skilti, hvat bønin snúði seg um.

Eg var hjá ommu og abba, tí foreldrini hjá mær altíð vóru til arbeiðis fyri at fáa ráð til eitt gott stað at búgva. Men annan hvønn leygardag át øll familjan døgurða saman. Tær løturnar elskaði eg.

Í 1958 bleiv dreymurin hjá foreldrunum veruleiki – tey keyptu eini hús, sum vit trý kundu búgva í. Nú slapp eg endiliga at vera hjá teimum, og eg var so glaður! Men gleðin var stokkut, tí seks mánaðir seinni doyði pápi mín av krabba.

Eg var knústur. Og eg minnist, at eg bað: „Gud, eg bað og bønaði teg um at hjálpa pápa mínum. Eg havi brúk fyri honum. Hví lurtaði tú ikki eftir mær?“ Eg vildi so gjarna vita, hvar pápi mín var, og hugsaði: Er hann farin til himmals, ella er hann slett ikki til longur? Eg var øvundsjúkur inn á onnur børn, sum høvdu ein pápa.

Í nógv ár fór eg næstan hvønn dag inn í kirkjugarðin. Eg legði meg á knæ við grøvina og bað: „Góði Gud, eg vil so gjarna vita, hvar pápi mín er.“ Eg bað hann eisini vísa mær, hvat meiningin er við lívinum.

Tá ið eg var 13 ára gamal, setti eg mær fyri at læra týskt. Eg hopaði at fáa svar upp á mínar spurningar í onkrum av teimum kendu týsku bókmentunum. Í 1967 fór eg at lesa í býnum Jena, sum tá var partur av Eysturtýsklandi. Eg las eina bók fyri og aðra eftir um heimsspeki, serliga tær sum snúðu seg um meiningina við lívinum. Sjálvt um bøkurnar vóru spennandi, fekk eg ikki svar upp á mínar spurningar. So eg bleiv við at biðja til Gud um at hjálpa mær.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Í 1970 flutti eg heim aftur til Ungarn, og har møtti eg Rose, sum eg seinni giftist við. Um tað mundið hevði kommunisman valdið í Ungarn, og tí flýddu vit til Eysturríki, stutt eftir at vit vórðu gift. Vit settu okkum fyri, at vit einaferð skuldu flyta til Sydney í Avstralia, har mammubeiggi mín búði.

Eg fekk skjótt arbeiði í Eysturríki. Ein dagin fortaldi ein arbeiðsfelagi mær, at svarini upp á allar mínar spurningar stóðu í Bíbliuni. Hann gav mær eisini nakrar bøkur um Bíbliuna. Eg las tær beinanvegin og vildi vita meira, so eg skrivaði til Jehova vitni, sum høvdu givið bøkurnar út, og bað um fleiri.

Á okkara eitt ára brúdleypsdegi kom eitt Jehova vitni at vitja okkum. Hann hevði bøkurnar við, sum eg hevði bílagt, og bjóðaði mær eitt bíbliuskeið. Eg tók av, og av tí at eg so gjarna vildi læra meira, lósu vit saman tvær ferðir um vikuna, fýra tímar hvørja ferð.

Eg var hugtikin av tí, sum Jehova vitni lærdu meg um Bíbliuna. Og tá ið tey vístu mær, at Guds navn Jehova stóð í míni egnu ungarsku bíbliu, trúði eg ikki mínum egnu eygum. Eg hevði gingið í kirkju í 27 ár og ongantíð hoyrt nakað um Guds navn. Tey greiðu og skilagóðu svarini í Bíbliuni hugtóku meg. Til dømis lærdi eg, at tey deyðu ikki vita til sín, líkasum mann heldur ikki veit til sín, tá ið mann liggur í fasta svøvni. (Prædikarin 9:5, 10; Jóhannes 11:11-15) Eg lærdi eisini, at Bíblian lovar ein nýggjan heim, har ’deyðin ikki skal vera longur’. (Opinberingin 21:3, 4) Og eg hopi, at eg fari at síggja pápa aftur har, tí tá fáa tey deyðu lívið aftur. – Ápostlasøgan 24:15.

Rose vildi eisini gjarna vera við til bíbliuskeiðið. Tað gekk skjótt framá hjá okkum, og tveir mánaðir seinni vóru vit liðug við bókina, sum vit lósu. Vit fóru til hvørt einasta møti hjá Jehova vitnum í ríkissalinum. Tað var fantastiskt at síggja kærleikan og einleikan í samkomuni. – Jóhannes 13:34, 35.

Í 1976 fluttu Rose og eg til Avstralia. Vit funnu Jehova vitni beinanvegin, og tey tóku væl ímóti okkum. Í 1978 blivu vit doypt.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Endiliga fekk eg svar upp á teir spurningarnar, sum høvdu órógvað meg í so nógv ár. Eg havi fingið eitt tætt samband við Jehova; hann er tann besti pápin, mann kann ynskja sær. (Jákupsbrævið 4:8) Og eg gleði meg eisini so nógv til at síggja mín ordiliga pápa aftur í tí nýggja heiminum. – Jóhannes 5:28, 29.

Í 1989 fluttu Rose og eg aftur til Ungarn fyri at fortelja vinum, familju og øðrum um sannleikan. Vit hava havt ta stóru gleðina at lesa Bíbliuna við nógvum ymiskum fólkum. Meira enn 70 av teimum eru blivin Jehova vitni, og mamma mín var ein av teimum.

Í 17 ár bað eg um svar upp á mínar spurningar. Nú 39 ár seinni biði eg framvegis – men nú sigi eg: „Takk, góði faðir, fyri at tú svaraði bønunum, sum eg bað, tá ið eg var lítil.“