Hvør ella hvat er „alfa og omega“?
Bíblian svarar
„Alfa og omega“ vísir til Jehova Gud, hin alvalda. Henda orðingin kemur fyri tríggjar ferðir í Bíbliuni. – Opinberingin 1:8; 21:6; 22:13. a
Hví rópar Gud seg sjálvan „alfa og omega“?
Alfa er fyrsti bókstavur í grikska stavraðnum, og omega er tann síðsti. Tann parturin av Bíbliuni, sum vanliga verður nevndur Nýggja testamenti, varð skrivaður á grikskum og fevnir eisini um Opinberingina. At stavirnir standa fyrst og síðst í stavraðnum vísir, at bara Jehova er upphavið og endin. (Opinberingin 21:6) Hann hevur altíð verið hin alvaldi Gud, og tað fer hann eisini altíð at vera. Hann er tann einasti, sum er „frá ævunum til ævirnar“. – Sálmur 90:2.
Hvør er „hin fyrsti og hin síðsti“?
Bíblian brúkar hesa orðingina bæði um Jehova Gud og son hansara, Jesus, men við hvør sínari merking. Her eru tvey dømi:
Í Esaias 44:6 sigur Jehova: „Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg.“ Her leggur Jehova dent á, at hann er hin ævigi og sanni Gud; eingin annar er enn hann. (5. Mósebók 4:35, 39) Í hesum førinum hevur orðingin „hin fyrsti og hin síðsti“ somu merking sum „alfa og omega“.
Orðingin „hin fyrsti [protos, ikki alfa] og hin síðsti [eskhatos, ikki omega]“ kemur eisini fyri í Opinberingini 1:17, 18 og 2:8. Samanhangið vísir, at viðkomandi, sum hesi ørindini sipa til, doyði og síðani varð livandi aftur. Tí kann talan ikki vera um Gud, tí hann hevur ongantíð verið deyður. (Habakkuk 1:12, Dahl/Viderø) Men Jesus doyði og varð uppreistur. (Ápostlasøgan 3:13-15) Hann var fyrsta menniskja, sum varð reist upp til ódeyðiligt lív í himli, har hann skal liva „í aldur og allar ævir“. (Opinberingin 1:18; Kolossebrævið 1:18) Eftir hetta fekk hann uppgávuna at reisa øll onnur upp frá deyðum. (Jóhannes 6:40, 44) Jesus var altso tann síðsti, sum varð uppreistur beinleiðis av Jehova. (Ápostlasøgan 10:40) Sostatt kann Jesus av røttum nevnast „hin fyrsti og hin síðsti“.
Prógvar Opinberingin 22:13, at Jesus er „alfa og omega“?
Nei. Tað verður ikki sagt beinleiðis, hvør tað er, sum talar í Opinberingini 22:13, og fleiri ymiskir persónar hava orðið í hesum kapitlinum. Um henda partin av Opinberingini skrivar William Barclay professari: „Teksturin er ikki skrivaður í týðiligari raðfylgju; ... og ofta er torført at vita, hvør tað er, sum tosar.“ (The Revelation of John, bind 2, endurskoðaða útgávan, síða 223) „Alfa og omega“, sum talan er um í Opinberingini 22:13, kann tí væl vera tann sami, sum ber hetta heitið aðrastaðni í Opinberingini – Jehova Gud.
a Í bíbliuumsetingini King James Version kemur orðingin fyri eina fjórðu ferð í Opinberingini 1:11. Tær flestu nýggjaru umsetingarnar hava ikki orðingina við, tí hon ikki er at finna í teimum elstu griksku bíbliuhandritunum, men eyðsæð bleiv løgd aftrat í seinni avskrivingum av Bíbliuni.