Hvør er antikristus?
Bíblian svarar
Antikristus er ikki bara ein einstakur persónur ella ein bólkur, tí Bíblian sigur, at „nógvir antikristar“ eru. (1. Jóhannesarbræv 2:18) Orðið „antikristus“ stavar frá einum grikskum orði, sum merkir „ímóti Kristusi (ella í staðin fyri Kristus)“, og vísir til ein og hvønn, sum ...
sigur, at Jesus ikki er Kristus (Messias) ella noktar, at hann er sonur Guds. – 1. Jóhannesarbræv 2:22.
mótarbeiðir Kristusi, Guds salvaða. – Sálmur 2:1, 2; Lukas 11:23.
sigur seg vera Kristus. – Matteus 24:24.
søkir at Jesu lærisveinum. Jesus metir tað, sum verður gjørt móti teimum, sum varð tað gjørt móti honum. – Ápostlasøgan 9:5.
sigur seg vera kristnan, men ger tað, sum er skeivt, og er svikaligur. – Matteus 7:22, 23; 2. Korintbræv 11:13.
Bíblian sigur, at einstaklingar, sum gera slíkt, eru antikristar, men hon nevnir eisini øll hesi undir einum sum „Antikristus“. (2. Jóhannesarbræv 7) Antikristus var longu virkin, tá ið ápostlarnir livdu, og tað hevur hann verið líka síðani. Og hetta er akkurát tað, sum Bíblian hevur boðað frá. – 1. Jóhannesarbræv 4:3.
Hvussu finnur mann út av, hvørjir antikristarnir eru?
Antikristar bera fram falska læru um Jesus. (Matteus 24:9, 11) Til dømis læra summi, at Gud er ein tríeind, ella at Jesus er hin alvaldi Gud. Tað var ikki tað, sum Jesus lærdi. Hann segði: „Faðirin er størri enn Eg.“ – Jóhannes 14:28.
Antikristar avvísa tað, sum Jesus segði um, hvussu Guds ríki stjórnar. Til dømis siga nakrir átrúnaðarligir leiðarar, at Kristus brúkar mannastjórnir til at fremja sínar ætlanir. Men hetta samsvarar ikki við orðini hjá Jesusi. Hann segði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ – Jóhannes 18:36.
Antikristar siga, at Jesus er harri teirra, men fylgja ikki hansara boðum, til dømis um at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. – Matteus 28:19, 20; Lukas 6:46; Ápostlasøgan 10:42.