Hvat er Bábylon hin stóra?
Bíblian svarar
Bábylon hin stóra, sum verður umrødd í Opinberingini, er allur falskur átrúnaður undir einum, altso átrúnaður sum Gud ikki góðkennir. a (Opinberingin 14:8; 17:5; 18:21) Sjálvt um hesir átrúnaðirnir eru ymiskir, hava teir eitt í felag, og tað er, at teir leiða fólk burtur frá tilbiðingini av hinum sanna Gudi, Jehova. – 5. Mósebók 4:35.
Hvat eyðkennir Bábylon hina stóru?
Bábylon hin stóra er eitt symbol. Bíblian lýsir hana sum eina „kvinnu“ og eina „stóra skøkju“, og hon hevur eitt navn, sum er eitt „loyndarmál: ’Bábylon hin stóra’“. (Opinberingin 17:1, 3, 5) Opinberingin er skrivað „í teknum“, og tí er tað logiskt at hugsa, at Bábylon hin stóra er ein symbolsk kvinna, ikki ein bókstavlig. (Opinberingin 1:1) Og tað stendur í Opinberingini, at hon „situr yvir hinum mongu vøtnum“, sum ímynda „fólk, skarar, fólkasløg og tungumál“. (Opinberingin 17:1, 15) Tað hevði ikki borið til hjá einari bókstavligari kvinnu.
Bábylon hin stóra umboðar eina altjóða skipan. Hon verður rópt „hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar“. (Opinberingin 17:18) Hon hevur altso altjóða ávirkan og týdning.
Bábylon hin stóra er ein átrúnaðarlig skipan, ikki ein politisk ella handilslig skipan. Í fortíðar býnum Bábylon gingu fólk sera høgt upp í átrúnað, og tey vóru kend fyri sínar okkultu ’gyklingar’ og ’gandabrøgd’. (Esaias 47:1, 12, 13; Jeremias 50:1, 2, 38) Falski átrúnaðurin, sum mann fekst við har, var avgjørt í stríð við tilbiðingina av hinum sanna Gudi, Jehova. (1. Mósebók 10:8, 9, New World Translation; 11:2-4, 8) Teir, sum ráddu í Bábylon, vóru hástórir og hevjaðu seg sjálvar upp um Jehova og tilbiðingina av honum. (Esaias 14:4, 13, 14; Dániel 5:2-4, 23) Upp á sama máta er Bábylon hin stóra kend fyri at útinna gand. Tað vísir, at talan er um eina átrúnaðarliga skipan. – Opinberingin 18:23.
Bábylon hin stóra kann ikki vera ein politisk skipan, tí „kongar jarðarinnar“ syrgja um, at hon verður oyðiløgd. (Opinberingin 17:1, 2; 18:9) Tað kann heldur ikki vera ein handilslig skipan, tí „keypmenn jarðarinnar“ fara eisini at syrgja um hana. – Opinberingin 18:11, 15.
Falskur átrúnaður passar við myndina, sum Bíblian gevur av Bábylon hini stóru. Falskur átrúnaður hevur ikki hjálpt menniskjum at fáa tættari samband við hin sanna Gud, Jehova, men hevur tvørturímóti fingið tey at tilbiðja aðrar gudar. Bíblian vísir á, at hetta er andalig prostitutión. (3. Mósebók 20:6; 2. Mósebók 34:15, 16) Nógvar lærur, sum gjøgnumsúrga falskan átrúnað í dag, stava frá fortíðar Bábylon, til dømis tríeindarlæran, læran um eina ódeyðiliga sál og tað at brúka myndir í tilbiðingini. Falskur átrúnaður blandar seg upp í heimsins viðurskifti og søkir soleiðis ’vinskap við heimin’. Bíblian rópar sovorðið trúloysi fyri andaligan ótrúskap. – Jákupsbrævið 4:4.
Falskur átrúnaður reypar um sítt stóra ríkidømi, og tað passar væl við tað, sum Bíblian sigur um Bábylon hina stóru, tí hon er ’klødd í purpur og skarlak og skínur av gulli, dýrum steinum og perlum’. (Opinberingin 17:4) Bíblian sigur eisini, at Bábylon hin stóra er upphav til ’viðurstygdir jarðarinnar’, tað vil siga trúarlærur og gerðir, sum vanæra Gud. (Opinberingin 17:5) Tey, sum hoyra til falskan átrúnað, eru „fólk, skarar, fólkasløg og tungumál“, sum stuðla Bábylon hini stóru. – Opinberingin 17:15.
Bábylon hin stóra hevur ábyrgdina av øllum morðum á jørðini. (Opinberingin 18:24) Gjøgnum alla søguna hevur falskur átrúnaður ikki bara elvt til kríggj og yvirgang, men eisini forsømt at læra menniskju sannleikan um Jehova, kærleikans Gud. (1. Jóhannesarbræv 4:8) Hetta hevur ført til, at nógv menniskju eru blivin dripin. So tað er av góðum grundum, at tey, sum vilja gleða Gud, mugu ’fara út frá henni’, tað vil siga einki hava við falskan átrúnað at gera. – Opinberingin 18:4; 2. Korintbræv 6:14-17.
a Les greinina „Hvussu finni eg sanna átrúnaðin?“