Er helviti til? Hvat sigur Bíblian?
Bíblian svarar
Fleiri eldri bíbliuumsetingar, til dømis enska King James Version, brúka orðið „helviti“ í nøkrum ørindum. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 2:27 a) Sum átrúnaðarligi málningurin í hesi greinini vísir, trúgva nógv, at helviti er eitt stað, har tey óndu verða pínd í ævigum eldi. Men hvat sigur Bíblian?
Í hesi greinini:
Er helviti eitt stað við ævigari pínu?
Nei. Tey orðini, sum upprunaliga blivu umsett til „helviti“ í summum eldri umsetingum av Bíbliuni (hebraiskt „Sheol“; grikskt „Hades“), merkja í grundini „grøvin“, altso grøvin hjá allari mannaættini. Bíblian vísir, at tey, sum eru í „grøvini“, ikki liva longur. Tey eru ikki til.
Tey deyðu vita einki og føla tí onga pínu. „Hvørki arbeiði, tankar, vísdómur ella vitan er í helviti.“ (Prædikarin 9:10, Douay-Rheims Version) Helviti kann ikki vera eitt stað, har fólk skríggja av pínu, tí Bíblian sigur: „Tey óndu skulu verða eyðmýkt, og tey skulu tiga í grøvini [helviti, Douay-Rheims].“ – Sálmur 31:17, King James Version (30:18, Douay-Rheims); Sálmur 115:17.
Gud segði, at straffurin fyri synd var deyði, ikki pína í einum brennandi helviti. Gud segði við fyrsta mannin, Ádam, at straffurin fyri at bróta hansara lóg var deyðin. (1. Mósebók 2:17) Hann segði einki um æviga pínu í einum helviti. Seinni, tá ið Ádam hevði syndað, fortaldi Gud honum, hvat straffurin var: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1. Mósebók 3:19) Hann skuldi altso ikki vera til longur. Viss Gud ætlaði at senda Ádam í eitt brennandi helviti, so hevði hann heilt sikkurt fortalt honum tað. Gud hevur ikki broytt straffin fyri at bróta hansara lógir. Langt aftan á at Ádam syndaði, bleiv hetta skrivað í Bíbliuna: „Lønin, ið syndin gevur, er deyði.“ (Rómbrævið 6:23) Tað er ikki neyðugt við harðari straffi enn tað, tí „tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini“. – Rómbrævið 6:7.
Læran um æviga pínu er ræðulig í Guds eygum. (Jeremias 32:35) Henda læran gongur beint ímóti tí, sum Bíblian sigur um Gud, nemliga at „Gud er kærleiki“. (1. Jóhannesarbræv 4:8) Hann vil, at vit skulu tilbiðja hann, tí vit elska hann, ikki tí vit eru bangin fyri ævigari pínu. – Matteus 22:36-38.
Góð menniskju fóru í helviti. Fleiri av teimum bíbliuumsetingunum, sum brúka orðið helviti, siga, at trúfastir menn, sum til dømis Jákup og Job, roknaðu við at skula í helviti. (1. Mósebók 37:35; Job 14:13) Tað verður enntá sagt um Jesus, at hann var í helviti, frá tí hann doyði, til hann bleiv reistur upp. (Ápostlasøgan 2:31, 32) So tað er týðiligt, at tá ið hesar bíbliurnar brúka orðið „helviti“, vísir tað heilt einfalt til grøvina. b
Hvat merkir líknilsið hjá Jesusi um ríka mannin og Lazarus?
Hetta líknilsið stendur í Lukas 16:19-31. Líknilsir eru myndir, sum læra okkum nakað um moralskar og andaligar spurningar. Líknilsið um ríka mannin og Lazarus er ikki ein frásøga um nakað, sum er hent í veruleikanum. (Matteus 13:34) Viss tú vilt vita meira um hetta líknilsið, kanst tú lesa greinina „Hvem var den rige mand og Lazarus?“
Ímyndar helviti, at Gud hevur vent einum persóni bakið?
Nei. Læran um, at tey deyðu kunnu vera tilvitað um, at Gud hevur vent teimum bakið, samsvarar ikki við Bíbliuna. Tí hon sigur heilt greitt, at tey deyðu einki vita. – Sálmur 146:3, 4; Prædikarin 9:5.
Er nakar komin aftur úr helviti?
Ja. Vit lesa um níggju fólk í Bíbliuni, sum fóru í grøvina („helviti“ sambært summum bíblium), og sum blivu reist upp aftur frá deyðum. c Viss tey høvdu vitað til sín, meðan tey vóru í „helviti“, høvdu tey heilt sikkurt fortalt um tað, tá ið tey blivu reist upp aftur. Men eingin av teimum níggju segði nakað um, at tey píndust ella nakað annað. Hvussu ber tað til? Sum Bíblian so týðiliga vísir, hava tey ikki kunnað vitað til sín, tí tað var sum um, at tey lógu í fasta svøvni. – Jóhannes 11:11-14; 1. Korintbræv 15:3-6.
a Nýggjar bíbliuumsetingar brúka ikki orðið „helviti“ í Ápostlasøguni 2:27. Tær brúka heldur orðingar sum „grøvin“ (New Century Version); ’deyðaríkið’ (umsetingin eftir Victor Danielsen); „tey deyðu“ (The Passion Translation). Aðrar brúka grikska orðið „Hades“. – Holman Christian Standard Bible, NET Bible, New American Standard Bible, English Standard Version.
b Sí rammuna „ Hebraisk og griksk orð í Bíbliuni“.