Hvar býr Djevulin?
Bíblian svarar
Av tí at Djevulin er ein andaskapningur, býr hann í einum ósjónligum andaheimi. Hann býr ikki í einum brennandi helviti, har hann pínir ónd menniskju, sum myndin til hesa greinina vísir.
„Bardagi varð í Himli“
Í eina tíð kundi Satan Djevulin ferðast frítt í andaheiminum og eisini koma fram fyri Gud saman við teimum trúføstu einglunum. (Job 1:6) Men sum Bíblian hevði sagt frá, ’varð bardagi í himli’, og tað hevði við sær, at Satan bleiv burturvístur úr himli og varð „kastaður niður á jørðina“. (Opinberingin 12:7-9) Bæði tíðarrokningin í Bíbliuni og hendingarnar í heiminum staðfesta, at hesin bardagin longu hevur verið. Nú sleppur Djevulin bara at vera nærindis jørðini.
Vil tað siga, at Djevulin býr eitt ávíst stað á jørðini? Til dømis verður sagt, at „hásæti Satans“ var í fornaldarbýnum Pergamus, og at ’Satan búði har’. (Opinberingin 2:13) Men hesi orðini vísa helst til satanisku avgudadyrkanina, sum var so útbreidd í býnum. Bíblian sigur, at Djevulin ræður yvir ’øllum ríkjum heimsins’, so hann er ikki knýttur at einum ávísum staði á jørðini, men má halda seg nærindis henni. – Lukas 4:5, 6.