Hvat er synd?
Bíblian svarar
Ein synd er ein og hvør gerð, kensla ella tanki, sum er í stríð við Guds normar. Í nógvum førum snýr tað seg um, at mann brýtur Guds lóg við at gera okkurt, sum er órættvíst ella skeivt í Guds eygum. (1. Jóhannesarbræv 3:4; 5:17) Bíblian sigur eisini, at tað er synd, viss mann ikki ger tað, sum mann veit er rætt at gera. – Jákupsbrævið 4:17.
Á teimum málunum, sum Bíblian upprunaliga varð skrivað á, merkja tey orðini, sum verða umsett við synd, „at raka við síðuna av“ ella ikki at raka málið. Í tí gamla Ísrael vóru nakrir hermenn, sum dugdu so væl við sleingibandi, at sagt varð um teir: „Ikki ein slongdi skeivt.“ Viss mann umsetti hesa orðingina orðarætt, hevði hon ljóðað soleiðis: „Ikki ein av teimum syndaði.“ (Dómararnir 20:16) Tí kann mann siga, at synd merkir, at mann rakar skeivt, ella við síðuna av Guds normum.
Gud hevur skapt okkum, og tí hevur hann rætt til at bestemma, hvørjum normum vit skulu fylgja. (Opinberingin 4:11) Vit skulu øll standa honum til svars fyri tað, vit gera. – Rómbrævið 14:12.
Ber tað til at lata vera við at synda?
Nei. Bíblian sigur: „Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds.“ (Rómbrævið 3:23; 1. Kongabók 8:46; Prædikarin 7:20; 1. Jóhannesarbræv 1:8) Men hví synda vit?
Tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Eva, vóru syndafrí at byrja við. Tað vóru tey, tí Gud hevði skapt tey fullkomin og í síni mynd. (1. Mósebók 1:27) Men tá ið tey vóru ólýðin móti Gudi, blivu tey ófullkomin. (1. Mósebók 3:5, 6, 17-19) Og tá ið tey fingu børn, arvaðu børnini syndina frá teimum. (Rómbrævið 5:12) Dávid kongur segði, at hann var syndafullur frá tí, at hann varð gitin í móðurlívi. – Sálmur 51:7.
Eru summar syndir verri enn aðrar?
Ja. Til dømis sigur Bíblian, at „fólkið í Sodoma var gudleyst og syndaði stórliga“, og at synd teirra var „ógvuliga svár“. (1. Mósebók 13:13; 18:20) Her eru trý ting, sum hava týdning fyri, hvussu álvarsom ein synd er:
Gerðin. Bíblian sigur, at summar syndir eru álvarsamar – til dømis seksuellur ómoralur, avgudadyrkan, okkultisma, tað at stjala, at drekka for nógv, at noyða pengar frá fólki og at myrða. (1. Korintbræv 6:9-11; Opinberingin 21:8) Bíblian ger mun á hesum syndunum og teimum, mann ger í tankaloysi ella av óvart, til dømis tá ið mann ger ella sigur okkurt, sum særir onnur. (Orðtøkini 12:18; Efesusbrævið 4:31, 32) Sjálvt um summar syndir eru minni álvarsligar enn aðrar, skulu vit ikki bagatellisera tær, tí smáar syndir kunnu føra til stórar syndir. – Matteus 5:27, 28.
Motivið. Summi fólk synda uttan at vita, at tað, sum tey gera, er skeivt í Guds eygum. (Ápostlasøgan 17:30; 1. Timoteusarbræv 1:13) Bíblian umber ikki sovorðnar syndir, men hon ger mun á, um mann syndar av óvart ella við vilja. (4. Mósebók 15:30, 31) Syndir, sum mann ger við vilja, koma frá einum ’óndum hjarta’. – Jeremias 16:12.
Títtleiki. Bíblian ger eisini mun á, um ein synd verður framd eina ferð, ella um tað er nakað, mann ger umaftur og umaftur í eitt longri tíðarskeið. (1. Jóhannesarbræv 3:4-8) Tey, sum blíva við at synda við vilja, sjálvt um tey vita, hvat er rætt og skeivt, verða dømd av Gudi. – Hebrearabrævið 10:26, 27.
Tey, sum hava syndað álvarsliga, kunnu fáa stórar og tyngjandi skuldarkenslur. Dávid kongur segði til dømis: „Misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, sum tung byrði, ið er mær ov svár.“ (Sálmur 38:5) Men vit lesa eisini hesi troystandi orðini í Bíbliuni: „Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!“ – Esaias 55:7.