Far beinleiðis til innihaldið

Kvinnur í Bíbliuni – hvat kunnu vit læra av teimum?

Kvinnur í Bíbliuni – hvat kunnu vit læra av teimum?

Bíblian svarar

 Í Bíbliuni lesa vit um nógvar kvinnur, sum kunnu læra okkum nógv gott. (Rómbrævið 15:4; 2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Henda greinin lýsir í stuttum nakrar av kvinnunum, sum standa nevndar í Bíbliuni. Nógvar eru frálíkar fyrimyndir at halda seg til. Aðrar eru kvinnur, sum vit ikki hava hug at taka eftir. – 1. Korintbræv 10:11; Hebrearabrævið 6:12

  Abigajil

 Hvør var hon? Hon var kona ein ríkan, men ódámligan mann, sum æt Nabal. Abigajil var hinvegin bæði klók og eyðmjúk, hon var ein vøkur kvinna við eginleikum, sum gleddu Jehova. – 1. Sámuelsbók 25:3.

 Hvat gjørdi hon? Abigajil var vís og forðaði fyri, at ein ræðulig vanlukka hendi. Hon og Nabal búðu í økinum, har Dávid, komandi kongurin í Ísrael, krógvaði seg fyri Sauli kongi. Meðan Dávid og menn hansara vóru har, vardu teir seyðafylgini hjá Nabali móti ránsmonnum. Men tá ið Dávid sendi nakrar av monnum sínum til Nabal at biðja um mat, svaraði Nabal teimum illa aftur og vildi ikki hjálpa. Dávid bleiv í øðini! Hann fór við monnum sínum út at drepa Nabal og allar hansara menn. – 1. Sámuelsbók 25:10-12, 22.

 Abigajil gjørdi skjótt av, tá ið hon hoyrdi, hvat maður hennara hevði gjørt. Hon gav tænarum sínum mat at bera Dávidi og hansara monnum og fór so sjálv aftan á teimum at biðja Dávid um miskunn. (1. Sámuelsbók 25:14-19, 24-31) Tá ið Dávid fekk gávuna frá henni, sá, hvussu eyðmjúk hon var, og lurtaði eftir hennara skilagóðu ráðum, skilti hann, at Gud hevði brúkt hana til at steðga einum sorgarleiki. (1. Sámuelsbók 25:32, 33) Stutt eftir doyði Nabal, og Abigajil gjørdist kona Dávid. – 1. Sámuelsbók 25:37-41.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Hóast Abigajil bæði var vøkur og rík, var hon lítillátin. Fyri at halda frið var hon til reiðar at biðja um fyrigeving fyri nakað, sum hon ikki hevði skyldina av. Hon loysti eina spenta støðu við at vera fólkalig, djørv og klók.

  Dalila

 Hvør var hon? Hon var tann kvinnan, sum Samson, ein dómari í Ísrael, forelskaði seg í. – Dómararnir 16:4, 5.

 Hvat gjørdi hon? Hon tók ímóti pengum frá høvdingum úr Filistaralandi fyri at svíkja Samson, sum Gud hevði brúkt til at bjarga ísraelsfólki undan filistarum. Av tí at Samson hevði fingið eina heilt óvanliga kropsliga styrki, vóru filistarar ikki mentir at vinna á honum. (Dómararnir 13:5) Tí fóru høvdingarnir nú til Dalilu og bóðu hana um hjálp.

 Filistararnir bjóðaðu Dalilu pengar fyri at fáa at vita, hví Samson var so ótrúliga sterkur. Hon tók við mutri, og eftir at hava roynt fleiri ferðir fann hon út av, hvat tað var, sum Samson hevði hildið loyniligt. (Dómararnir 16:15-17) Hon segði tað fyri filistarunum, sum fangaðu Samson og settu hann í fongsul. – Dómararnir 16:18-21.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Dalila er ein kvinna, sum vit ikki hava hug at taka eftir. Hon var so gromm eftir pengum, at hon bleiv trúleys og sjálvsøkin og sveik ein tænara hjá Jehova Gudi.

  Debora

 Hvør var hon? Hon var ein profetinna, sum Gud Ísraels, Jehova, brúkti til at siga fólkinum, hvat hann vildi hava tað at gera. Jehova brúkti hana eisini til at hjálpa ísraelsmonnum at loysa ymiskar trupulleikar sínámillum. – Dómararnir 4:4, 5.

 Hvat gjørdi hon? Sum profetinna hjálpti Debora djørv Guds fólki. Eftir Guds boðum bað hon Barak leiða ein her av ísraelsmonnum í bardaga ímóti fólkunum úr Kána’anslandi, sum kúgaðu teir. (Dómararnir 4:6, 7) Tá ið Barak bað Deboru koma við sær, varð hon ikki bangin, men fór alt fyri eitt við. – Dómararnir 4:8, 9.

 Eftir at Ísrael við Guds hjálp vann ein avgerandi sigur, skrivaði Debora í minsta lagi eitt sindur av tí sanginum, sum hon og Barak sungu um hendingina. Í honum sigur hon frá, hvussu Jael, ein onnur óttaleys kvinna, hevði verið við til at vinna sigur á kána’anitum. – Dómararnir, kapittul 5.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Debora var ósjálvsøkin og djørv. Hon eggjaði øðrum til at gera tað, sum var rætt í Guds eygum. Og tá ið tey so gjørdu tað, rósti hon teimum fyri tað.

  Ester

 Hvør var hon? Hon var ein jødisk kvinna, sum Ahasverus kongur í Persia valdi sær til drotning.

 Hvat gjørdi hon? Ester gjørdi sína ávirkan sum drotning galdandi og forðaði fyri, at fólkamorð varð framt móti hennara egna fólki. Hon frætti, at eini boð vóru komin út alment um, at allir jødar í persiska ríkinum skuldu verða dripnir ein ávísan dag. Hetta var ein ónd ráðagerð, sum ovasti ráðharrin, Haman, hevði fingið í lag. (Ester 3:13-15; 4:1, 5) Eftir ráðum frá Mordokai, eldra systkinabarni sínum, og við at seta sítt egna lív í váða fekk Ester fortalt manni sínum, Ahasverusi kongi, um ráðagerðina. (Ester 4:10-16; 7:1-10) Ahasverus loyvdi so Ester og Mordokai at senda eini onnur almenn boð út um, at jødarnir høvdu loyvi at verja seg. Endin var, at jødarnir vunnu stórsigur á sínum fíggindum! – Ester 8:5-11; 9:16, 17.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Ester drotning var ein framúrskarandi fyrimynd í dirvi, eyðmjúkleika og lítillæti. (Sálmur 31:25; Filippibrævið 2:3) Hóast sín vakurleika og sítt høga starv bað hon eyðmjúkt um hjálp og vegleiðing frá øðrum. Tá ið hon tosaði við mannin hjá sær, vísti hon honum virðing og var fólkalig, men eisini djørv. Og í eini tíð, tá ið tað var ógvuliga vandamikið at vera jødi, var hon ikki bangin fyri at vísa, at hon var ein av teimum.

  Eva

 Hvør var hon? Eva var tann allarfyrsta kvinnan og fyrsta kvinnan, sum er umrødd í Bíbliuni.

 Hvat gjørdi hon? Eva aktaði ikki eini greið boð frá Jehova. Akkurát sum maðurin, Ádam, varð Eva skapt sum eitt fullkomið menniskja. Hon hevði ein frían vilja og var før fyri at menna góðar eginleikar, sum til dømis kærleika og vísdóm. (1. Mósebók 1:27) Eva visti, at Gud hevði sagt við Ádam, at tey fóru at doyggja, um tey ótu av einum ávísum træi. Men Satan billaði henni inn, at hon ikki fór at doyggja. Hon læt seg í veruleikanum lumpa og trúði, at hon fekk eitt betri lív, tá ið hon ikki aktaði Gud. So hon át av fruktini og fekk eisini mannin hjá sær at eta av henni. – 1. Mósebók 3:1-6; 1. Timoteusarbræv 2:14.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Eva er eitt dømi um, hvussu vandamikið tað er at hugsa ov nógv um skeiv ynski. Hon fekk sterkan longsul eftir tí, sum hon ikki hevði rætt til, og gekk beint ímóti boðunum frá Gudi. – 1. Mósebók 3:6; 1. Jóhannesarbræv 2:16.

  Hanna

 Hvør var hon? Hon var kona Elkana og mamma Sámuel, sum bleiv ein kendur profetur í Ísrael. – 1. Sámuelsbók 1:1, 2, 4-7.

 Hvat gjørdi hon? Av tí at Hanna ikki kundi fáa børn, leitaði hon sær troyst hjá Gudi. Maður Hannu hevði tvær konur. Hin konan, Peninna, átti børn, men sjálvt um Hanna hevði verið gift í langa tíð, fekk hon framvegis eingi børn. Peninna var órein og happaði hana, men Hanna bað Gud um troyst. Hon lovaði Gudi, at um hann gav henni ein son, so skuldi hon geva honum barnið við at syrgja fyri, at hann kom at gera tænastu í halgidóminum, sum var eitt tjald, ísraelsmenn høvdu við sær og brúktu til tilbiðing. – 1. Sámuelsbók 1:11.

 Gud svaraði bønini hjá Hannu, og hon fekk Sámuel. Hanna gjørdi, sum hon hevði lovað, og Sámuel var ikki meir enn ein smádrongur, tá ið hon leiddi hann til halgidómin at gera tænastu. (1. Sámuelsbók 1:27, 28) Hvørt ár gjørdi hon ein lítlan ermaleysan kappa, sum hann fekk, tá ið hon kom at vitja hann. Sum frá leið varð Hanna signað við fimm børnum aftrat, trimum synum og tveimum døtrum. – 1. Sámuelsbók 2:18-21.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Hanna bað inniliga til Gud, og tað hjálpti henni at halda út í royndum. Takkarbønin hjá henni, sum stendur at lesa í 1. Sámuelsbók 2:1-10, vísir týðiliga, at hon hevði sterka trúgv.

  Jael

 Hvør var hon? Hon var kona Heber, sum ikki var av ísraelsfólki. Jael stuðlaði djørv Guds fólki.

 Hvat gjørdi hon? Jael visti, hvat hon skuldi gera, tá ið kána’anitiski herførarin, Sisera, kom inn í hennara legu. Sisera hevði tapt bardagan ímóti Ísrael og leitaði eftir einum skýli. Jael bjóðaði honum inn í tjaldið hjá sær, so hann fekk hvílt og krógvað seg. Meðan hann svav, drap hon hann. – Dómararnir 4:17-21.

 Við hesum, sum Jael gjørdi, gekk tað út, sum Debora hevði profeterað: „HARRIN skal geva Sisera í hendur kvinnu.“ (Dómararnir 4:9) Fyri sín leiklut í stríðnum móti kána’anitum varð sagt um Jael, at hon var „signað millum kvinnur“. – Dómararnir 5:24.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Hon var djørv og tók stig til at gera nakað. Dømið vísir, hvussu Gud kann stýra gongdini og syrgja fyri, at hansara profetiir ganga út.

  Jesabel

 Hvør var hon? Hon var kona Akab kong í Ísrael. Hon var ikki av ísraelsfólki og tilbað ikki Jehova. Nei, hon tilbað Ba’al, gud kána’anita.

 Hvat gjørdi hon? Jesabel var ein ráðarík, hjartaleys og harðlig drotning. Hon stuðlaði ba’alsdyrkanini og kynsliga siðloysinum, sum fylgdi við. Samstundis royndi hon at beina fyri tilbiðingini av Jehova, hinum sanna Gudi. – 1. Kongabók 18:4, 13; 19:1-3.

 Jesabel bæði leyg og drap fyri at fáa tað, sum hon vildi hava. (1. Kongabók 21:8-16) Sum Gud frammanundan hevði boðað frá, fekk hon ein ógvisligan deyða og onga jarðarferð. – 1. Kongabók 21:23; 2. Kongabók 9:10, 32-37.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Jesabel er ein kvinna, sum vit ikki hava hug at taka eftir. Av tí at hon als ongan moral hevði og var villig til at gera hvat sum helst fyri at fáa sín vilja, verður hennara navn enn tann dag í dag sett í samband við ómoralskan, skammleysan og hjartaleysan atburð.

  Kona Lot

 Hvør var hon? Bíblian sigur ikki, hvussu hon æt. Men hon fortelur okkum, at kona Lot átti tvær døtur, og at hon og familja hennara búðu í Sodoma. – 1. Mósebók 19:1, 15.

 Hvat gjørdi hon? Hon aktaði ikki boðini frá Gudi. Gud hevði sett sær fyri at leggja Sodoma og grannabýirnar í oyði, tí fólkini har livdu í grovum kynsligum siðloysi. Men hann elskaði Lot og hansara familju, tí sendi hann tveir einglar til Sodoma at leiða tey burtur, so tey komu undan við lívinum. – 1. Mósebók 18:20; 19:1, 12, 13.

 Einglarnir góvu Lot og familjuni boð um at rýma úr økinum og ikki hyggja aftur um seg – annars skuldu tey doyggja. (1. Mósebók 19:17) Men kona Lot „hugdi aftur um seg – og varð ein saltstólpi“. – 1. Mósebók 19:26.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Frásøgan um konu Lot vísir, hvussu vandamikið tað er at elska materiellar ognir so nógv, at mann at enda ikki aktar Gud. Jesus ávaraði okkum ímóti at vera sum hon. Hann segði: „Minnist konu Lot!“ – Lukas 17:32.

  Lea

 Hvør var hon? Hon var fyrsta konan, sum ættarfaðirin Jákup gifti seg við. Yngra systir hennara, Rakul, var onnur kona hansara. – 1. Mósebók 29:20-29.

 Hvat gjørdi hon? Lea átti seks av synunum hjá Jákupi. (Rutt 4:11) Jákup hevði ætlað at gifta seg við Rakul, ikki Leu. Men Laban, sum var pápi at gentunum, syrgdi fyri, at Lea fekk plássið hjá Rakul. Tá ið Jákup uppdagaði, at hann var lumpaður, fór hann at hitta Laban andlit til andlits. Laban helt fast upp á, at tað ikki var vanligt, at tann yngra dóttirin varð gift fyrr enn tann eldra. Eina viku seinni giftist Jákup við Rakul. – 1. Mósebók 29:26-28.

 Jákup var betri við Rakul enn við Leu. (1. Mósebók 29:30) Úrslitið var, at Lea bleiv øvundsjúk og kappaðist við systur sína um at fáa uppmerksemi og kærleika frá Jákupi. Gud legði til merkis, hvussu Lea hevði tað, og signaði hana við sjey børnum – seks synum og einari dóttur. – 1. Mósebók 29:31.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Lea helt seg til Gud í bøn, og hóast stórar trupulleikar í familjuni, visti hon væl, at Gud hjálpti henni. (1. Mósebók 29:32-35; 30:20) Lívssøgan hjá henni lýsir væl teir nógvu trupulleikarnar í einum fleirkonuhjúnalagi, eini skipan, sum Gud loyvdi í eina tíð. Tað hjúnalagið, sum Gud góðkennir, er millum ein mann og eina kvinnu. – Matteus 19:4-6.

  Maria (mamma Jesus)

 Hvør var hon? Hon var jødi, og meðan hon var moyggj, hendi tað undrið, at hon bleiv við barn og átti Jesus, Guds son.

 Hvat gjørdi hon? Maria var eyðmjúk og gjørdi Guds vilja. Hon var trúlovað við Jósefi, tá ið ein eingil kom til hennara og kunngjørdi, at hon skuldi blíva við barn og eiga tann Messias, sum fólk høvdu bíðað leingi eftir. (Lukas 1:26-33) Henda leiklutin átók hon sær villiga. Eftir at Jesus var føddur, fingu Maria og Jósef fýra synir og minst tvær døtur. Maria varð altso ikki verandi moyggj. (Matteus 13:55, 56) Hóast tann einastandandi framíhjárættin, sum Maria soleiðis fekk, varð eingin serligur heiður vístur henni, og hon væntaði heldur ikki at fáa serligar sømdir – hvørki meðan Jesus var á jørðini, ella seinni tá ið hon hoyrdi til fyrstu kristnu samkomuna.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Maria hevði sterka trúgv og var fús at átaka sær eina stóra ábyrgd. Hon kendi Skriftirnar væl. Mett verður, at Maria umleið 20 ferðir vísti til Skriftirnar, tá ið hon segði orðini, sum vit lesa í Lukas 1:46-55.

  Maria (systir Martu og Lazarus)

 Hvør var hon? Hon og systkin hennara, Lazarus og Marta, vóru góðir vinir hjá Jesusi.

 Hvat gjørdi hon? Maria vísti ferð eftir ferð, at hon av hjartanum virðismetti Jesus sum son Guds. Hon segði, at hon trúði, at Jesus kundi forðað fyri, at Lazarus, beiggi hennara, doyði; og hon var hjástødd, tá ið Jesus reisti hann upp frá deyðum. Systir hennara, Marta, talaði at, tá ið Maria valdi at sita og lurta eftir Jesusi í staðin fyri at hjálpa til í húsinum. Men Jesus rósti Mariu, tí tað andaliga hevði størri týdning fyri hana enn alt annað. – Lukas 10:38-42.

 Eina aðru ferð vísti Maria Jesusi heilt einastandandi blíðskap, tá ið hon helti ’ógvuliga dýra salvu’ út yvir høvd og føtur hansara. (Matteus 26:6, 7) Onnur, sum vóru hjástødd, funnust at Mariu og søgdu, at hon var oyðslut. Men Jesus forsvaraði hana og segði: „Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium [um Guds ríki] verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“ – Matteus 24:14; 26:8-13.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Maria gjørdi nakað fyri at styrkja sína trúgv. Hjá henni hevði tað andaliga og sambandið við Gud størri týdning enn alt tað dagliga. Og hon var villig at geva nakað, sum kostaði nógv, fyri at vísa Jesusi heiður.

  Maria Magdalena

 Hvør var hon? Hon var ein trúgvur lærisveinur hjá Jesusi.

 Hvat gjørdi hon? Maria Magdalena var ein av fleiri kvinnum, sum ferðaðust við Jesusi og hansara lærisveinum. Hon var gávumild og hjálpti teimum við tí, sum hon átti. (Lukas 8:1-3) Hon fylgdi Jesusi, til tænasta hansara endaði, og var hjástødd, tá ið hann varð avrættaður. Hon slapp at vera millum tey fyrstu, sum sóu Jesus eftir uppreisnina. – Jóhannes 20:11-18.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Hon var gávumild og stuðlaði Jesusi í hansara tænastu, og hon fylgdi honum trúføst.

  Marta

 Hvør var hon? Hon var systir Lazarus og Mariu, og tey búðu øll trý tætt við Jerusalem í bygdini Betania.

 Hvat gjørdi hon? Hon var ein góður vinur hjá Jesusi, sum „elskaði Martu og systur hennara og Lazarus“. (Jóhannes 11:5) Marta var ógvuliga gestablíð. Einaferð, tá ið Jesus vitjaði tey, valdi Maria at sita og lurta eftir tí, sum Jesus segði, meðan Marta tók sær av tí húsliga. Marta helt, at Maria átti at hjálpt henni. Men Jesus segði henni vinarliga, hvat var rættast at gera. – Lukas 10:38-42.

 Tá ið Lazarus bleiv sjúkur, sendu Marta og Maria boð eftir Jesusi, tí tær vóru vísar í, at hann kundi grøða beiggja teirra. (Jóhannes 11:3, 21) Men Lazarus doyði, áðrenn Jesus kom. Tað, sum Marta segði við Jesus, vísti, at hon trúði á lyftið í Bíbliuni um uppreisnina, og at Jesus var førur fyri at gera beiggja hennara livandi aftur. – Jóhannes 11:20-27.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Marta var ógvuliga gestablíð. Hon var villig at taka við ráðum og tosaði frítt um sínar kenslur og sína trúgv.

  •  Tú fært meir at vita um Martu í greinini „Eg trúgvi“.

  Mirjam

 Hvør var hon? Hon var systir Móses og Áron. Hon er fyrsta kvinnan í Bíbliuni, sum verður nevnd profetinna.

 Hvat gjørdi hon? Í leikluti sínum sum profetinna skuldi hon bera menniskjum boð frá Gudi. Hon hevði eina týðandi støðu í Ísrael og sang saman við monnunum ein sigurssang, tá ið Gud hevði forkomið egyptiska herinum í Reyðahavi. – 2. Mósebók 15:1, 20, 21.

 Nakað seinni fóru Mirjam og Áron at finnast at Mósesi – allarhelst av stoltleika og øvundsjúku. Jehova „hoyrdi tað“ og rættleiddi bæði Mirjam og Áron strangliga. (4. Mósebók 12:1-9) Síðani gjørdi Gud Mirjam spitalska, kanska tí tað var hon, sum byrjaði uppreisturin. Tá ið Móses inniliga bað fyri henni, grøddi Gud hana, og eftir at hava verið avbyrgd í sjey dagar slapp hon aftur inn í leguna hjá ísraelsfólki. – 4. Mósebók 12:10-15.

 Bíblian vísir, at Mirjam tók ábreiðsluna til eftirtektar. Fleiri øldir seinni nevndi Gud tann serliga framíhjárættin, hon hevði havt, tá ið hann áminti ísraelsmenn: „Eg sendi Móses, Áron og Mirjam at ganga undan tær!“ – Mika 6:4.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Frásøgan um Mirjam vísir, at Gud leggur til merkis, hvat hansara tænarar siga um hvønn annan og við hvønn annan. Vit læra eisini, at um vit vilja gleða Gud, mugu vit ikki vera stolt og øvundsjúk – eginleikar, sum kunnu fáa okkum at siga okkurt, sum skaðar góða umdømið hjá øðrum.

  Rahab

 Hvør var hon? Hon var skøkja og búði í Jeriko, einum býi í Kána’anslandi. Hon fekk trúgv á Jehova Gud og bleiv ein av hansara tænarum.

 Hvat gjørdi hon? Rahab krógvaði tveir ísraelsmenn, sum vóru komnir at kanna landið. Tað gjørdi hon, tí hon hevði frætt, hvussu Jehova, Gud Ísraels, fyrst hevði fríað fólk sítt út úr Egyptalandi og seinni bjargað tí, tá ið amoritar lupu á.

 Rahab hjálpti njósnarunum og bað teir inniliga um at bjarga henni og hennara familju, tá ið ísraelsmenn komu at leggja Jeriko í oyði. Teir játtaðu, men við ávísum treytum: Hon skuldi halda ørindini hjá teimum loynilig, hon og familjan skuldu verða verandi í húsinum, tá ið ísraelsmenn lupu á býin, og hon skuldi binda eitt reytt band fast í eitt vindeyga í húsinum, so tað sást, hvar hon búði. Rahab fylgdi øllum boðum teirra, og hon yvirlivdi saman við familju síni, tá ið ísraelsmenn hertóku býin.

 Rahab bleiv seinni gift við einum ísraelsmanni og gjørdist ættarmóðir at Dávidi kongi og Jesusi Kristi. – Josva 2:1-24; 6:25; Matteus 1:5, 6, 16.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Bíblian vísir á Rahab sum eina kvinnu við sterkari trúgv. (Hebrearabrævið 11:30, 31; Jákupsbrævið 2:25) Frásøgan um hana vísir, at Gud er fyrigevandi og ikki ger mannamun – hann signar tey, sum líta á hann, uttan mun til teirra bakgrund.

  Rakul

 Hvør var hon? Rakul var dóttir Laban, og hon var tann konan, sum ættarfaðirin Jákup var best við.

 Hvat gjørdi hon? Rakul gifti seg við Jákupi og føddi honum tveir synir, ið vórðu taldir millum ættarfedrar Ísraels, sum vóru 12 í tali. Fyrstu ferð Rakul hitti Jákup, røktaði hon seyðin hjá pápa sínum. (1. Mósebók 29:9, 10) Hon var „vøkur í útsjónd“ í mun til eldru systur sína, Leu. – 1. Mósebók 29:17.

 Jákup bleiv forelskaður í Rakul, og hann lovaði at arbeiða í sjey ár fyri at fáa hana til konu. (1. Mósebók 29:18) Men Laban lumpaði Jákup og lagaði tað soleiðis, at hann fyrst bleiv giftur við Leu, og síðani loyvdi hann Jákupi eisini at gifta seg við Rakul. – 1. Mósebók 29:25-27.

 Jákup var betri við Rakul og teir báðar synirnar, tey áttu saman, enn hann var við Leu og tey børnini, hann fekk við henni. (1. Mósebók 37:3; 44:20, 27-29) Úrslitið var, at tær báðar kvinnurnar í øvundsjúku fóru at kappast sínámillum. – 1. Mósebók 29:30; 30:1, 15.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Hóast stórar trupulleikar í familjuni helt Rakul út og misti ongantíð vónina um, at Gud fór at hoyra hennara bønir. (1. Mósebók 30:22-24) Frásøgan um hana vísir, at fleirkonuhjúnalag elvir til nógvar trupulleikar í einari familju, og hon vísir eisini, hvussu skilagóð boðini, sum Gud upprunaliga gav viðvíkjandi hjúnalagnum, eru – nevniliga at ein maður bara skal hava eina konu. – Matteus 19:4-6.

  Rebekka

 Hvør var hon? Hon var kona Ísak og fekk synirnar Jákup og Esau, sum vóru tvíburar.

 Hvat gjørdi hon? Rebekka gjørdi Guds vilja, eisini sjálvt um tað onkuntíð var torført. Einaferð, tá ið hon var farin til ein brunn eftir vatni, kom ein maður og bað hana geva sær ein vatnsopa. Rebekka gav honum alt fyri eitt vatn at drekka og bjóðaði sær eisini at draga vatn upp til kamelarnar hjá honum. (1. Mósebók 24:15-20) Maðurin var tænari hjá Ábrahami, og hann hevði ferðast langa leið at finna Ísaki, soni Ábrahams, eina konu. (1. Mósebók 24:2-4) Hann bað eisini Gud hjálpa sær. Tá ið hann sá, hvussu arbeiðssom og blíð Rebekka var, skilti hann, at Gud hevði hoyrt hansara bøn, og at hon var kvinnan, sum Gud hevði valt Ísaki til konu. – 1. Mósebók 24:10-14, 21, 27.

 Tá ið Rebekka fekk at vita, hví tænarin var komin, var hon fús at fara við honum og gifta seg við Ísaki. (1. Mósebók 24:57-59) Seinni fekk hon tvíburar, tveir dreingir. Gud hevði opinberað fyri henni, at eldri sonurin, Esau, skuldi tæna yngra soninum, Jákupi. (1. Mósebók 25:23) Tá ið Ísakur gjørdi seg til at geva Esau signingina, sum tann frumborni sonurin átti at fáa, legði Rebekka uppí og syrgdi fyri, at Jákup fekk signingina, tí hon visti, at tað var Guds vilji. – 1. Mósebók 27:1-17.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Rebekka var lítillátin, arbeiðssom og gestablíð – eginleikar, sum gjørdu hana til eina framúr góða konu og mammu og ein góðan tænara hjá hinum sanna Gudi.

  Rutt

 Hvør var hon? Hon var úr Móab og fór frá sínum gudum og úr sínum heimlandi til Ísrael at tæna Jehova.

 Hvat gjørdi hon? Hon vísti vermammu síni, No’omi, heilt serligan kærleika. No’omi var saman við manni sínum og tveimum synum farin til Móab undan hungursneyðini, sum var í Ísrael um tað mundið. Synirnir giftu seg við móabitiskum kvinnum – Rutt og Orpu. Men sum frá leið, doyði maður No’omi og seinni eisini báðir synirnir. Eftir sótu so tríggjar einkjur.

 No’omi gjørdi av at fara aftur til Ísrael, tí nú var turkurin av. Rutt og Orpa vildu báðar fara við henni, men No’omi bað tær fara heim aftur til familjuna. Tað gjørdi Orpa. (Rutt 1:1-6, 15) Men Rutt varð verandi hjá vermammu síni. Hon elskaði No’omi og vildi tilbiðja Gud hennara, Jehova. – Rutt 1:16, 17; 2:11.

 Í Betlehem, heimbygdini hjá No’omi, fóru øll skjótt at tosa um, hvussu hjartagóð og røsk sonarkona hennara var. Boaz, ein ríkur maður, sum átti nógva jørð, fekk stóra virðing fyri Rutt og syrgdi gávumildur fyri, at hon og No’omi fingu nakað at eta. (Rutt 2:5-7, 20) Rutt bleiv seinni gift við Boazi og gjørdist ættarmóðir at bæði Dávidi kongi og Jesusi Kristi. – Matteus 1:5, 6, 16.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Av kærleika til No’omi og Jehova var Rutt fús at fara úr heimlandi sínum og at fara frá familju og øllum, sum hon kendi. Hon var arbeiðssom, trúføst og vísti umsorgan, sjálvt um hon hevði nógvar trupulleikar at dragast við.

  Sára

 Hvør var hon? Hon var kona Ábraham og mamma Ísak.

 Hvat gjørdi hon? Sára fór frá tí góða og fjálga lívinum í tí ríka býnum Ur, tí hon trúði lyftinum, sum Gud hevði givið Ábrahami, manni hennara. Gud bað Ábraham flyta úr Ur og fara til Kána’ansland. Gud lovaði at signa hann og gera hann til eina veldiga tjóð. (1. Mósebók 12:1-5) Tá man Sára hava verið í trýssunum. Eftir tað búðu Sára og Ábraham í tjøldum og fluttu stað úr staði.

 Hóast hetta flakkaralívið kundi vera vandamikið, stuðlaði Sára Ábrahami í at fylgja Guds boðum. (1. Mósebók 12:10, 15) Í nógv ár var Sára barnleys, og tað voldi henni stóra sorg. Men Gud hevði lovað at signa avkom Ábrahams. (1. Mósebók 12:7; 13:15; 15:18; 16:1, 2, 15) Einaferð lovaði Gud, at Sára og Ábraham skuldu fáa eitt barn. Hon varð við barn og átti ein drong, hóast hon langt síðani var farin um barnsburðaraldur. Hon var 90 ára gomul, og maður hennara 100. (1. Mósebók 17:17; 21:2-5) Tey góvu dreinginum navnið Ísakur.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Frásøgan um Sáru lærir okkum, at vit altíð kunnu líta á, at Gud heldur síni lyfti, eisini tá ið tað eftir øllum at døma ikki ber til! (Hebrearabrævið 11:11) Og sum kona vísti hon við síni fyrimynd, hvussu stóran týdning tað hevur at hjúnafelagar virða hvønn annan. – 1. Pætursbræv 3:5, 6.

  Sulamitgentan

 Hvør var hon? Hon var ein vøkur bygdagenta og høvuðspersónur í Hásonginum í Bíbliuni. Bíblian sigur ikki, hvussu hon æt.

 Hvat gjørdi hon? Sulamitgentan elskaði ein ungan hirða og vísti honum trúskap. (Hásongurin 2:16) Hon var óvanliga vøkur, og tað legði Sálomon, tann ríki kongurin, til merkis, og hann royndi at vinna hennara hjarta. (Hásongurin 7:6) Hóast onnur eggjaðu sulamitgentuni til at velja Sálomon, noktaði hon. Hon elskaði tann eyðmjúka hirðan og var honum trúgv. – Hásongurin 3:5; 7:10; 8:6.

 Hvat kunnu vit læra av henni? Sjálvt um hon var vøkur og fekk nógv uppmerksemi, var hon lítillátin og fekk ikki ov høgar tankar um seg sjálva. Hóast bólkatrýst og lyftið um ríkidømi elskaði hon framvegis tann unga hirðan. Hon hevði tamarhald á sínum kenslum og varðveitti sín moralska reinleika.

 Tíðarlinja

  1.  Eva

  2. Vatnflóðin (2370 f.o.t.)

  3.  Sára

  4.  Kona Lot

  5.  Rebekka

  6.  Lea

  7.  Rakul

  8. Ferðin úr Egyptalandi (1513 f.o.t.)

  9.  Mirjam

  10.  Rahab

  11.  Rutt

  12.  Debora

  13.  Jael

  14.  Dalila

  15.  Hanna

  16. Fyrsti kongur Ísraels (1117 f.o.t.)

  17.  Abigajil

  18.  Sulamitgentan

  19.  Jesabel

  20.  Ester

  21.  Maria (mamma Jesus)

  22. Jesus verður doyptur (29 e.o.t.)

  23.  Marta

  24.  Maria (systir Martu og Lazarus)

  25.  Maria Magdalena

  26. Jesus doyr (33 e.o.t.)