UNG SPYRJA
Hvat kann hjálpa mær at gera skúlating?
„Tað er strævið at vera uppi til klokkan eitt um náttina fyri at gera skúlating. Tað einasta, mann hevur hug til, er at fara í song.“ – David.
„Viðhvørt gjørdi eg skúlating til klokkan hálvgum fimm um morgunin og skuldi longu upp aftur klokkan seks, tí eg skuldi í skúla. Tað var ørt!“ – Theresa.
Ert tú um at drukna í skúlatingum? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.
Hví geva lærarar børnum skúlating fyri?
At hava skúlating fyri kann millum annað ...
gera teg klókari
læra teg at taka ábyrgd
læra teg at brúka tíðina væl
hjálpa tær at skilja og brúka tað, sum tú lærdi í tímanum a
„Tá ið lærarar geva næmingum skúlating fyri, er tað fyri at tryggja sær, at næmingarnir brúka tað, sum teir hava lært, so tað ikki bara fer inn gjøgnum annað oyra og út gjøgnum hitt.“ – Marie.
Eitt, sum serliga kann læra teg at loysa trupulleikar, er støddfrøði og náttúruvísindi. Og tað kann, sambært serfrøðingum, skapa nýggjar sambindingar í heilanum og styrkja tær. So tá ið tú gert skúlating, ger heilin hjá tær faktiskt fimleik.
At gera skúlating er ein partur av lívinum, sjálvt um tú kanska ikki skilur, hví tað er gott. Tað góða er, at sjálvt um tú ikki fært stýrt, hvussu nógv lærarin gevur tær fyri, kanst tú kanska brúka minni tíð upp á at gera skúlatingini. Latið okkum vita hvussu.
Prei til at gera skúlating
Heldur tú, at tað er ringt at fáa alt tað gjørt, sum tú hevur fyri? So er loysnin kanska ikki at brúka meira tíð og orku, men heldur at gera tað upp á ein snildari máta. Royn hetta:
1. prei: Ger eina ætlan. Bíblian sigur: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ (Orðtøkini 21:5) Royn at hava alt tað, sum tú skalt brúka, hjá tær, so tú ikki noyðist at fara at leita eftir onkrum, meðan tú gert skúlating.
Vel eitt stað, har tú fært konsentrerað teg. Nøkur dáma væl at vera heima og sita í einum friðarligum rúmi við nógvum ljósi. Onnur fáa betur konsentrerað seg, tá ið tey ikki eru heima, og tí velja tey kanska at gera skúlating á einum bókasavni.
„Tað kann vera gott at hava eina bók ella ein kalendara, har mann skrivar, nær mann skal gera hvat. Tí tá ið mann veit, hvat mann hevur fyri, og nær tað skal vera liðugt, verður alt nógv lættari og ikki so stressandi.“ – Richard.
2. prei: Halt skil á skúlatingunum. Bíblian sigur, at vit skulu lata ’alt fara fram við skili’. (1. Korintbræv 14:40, Nýggi Sáttmálin) Tú kundi til dømis roynt at sett tað, sum tú hevur fyri, í raðfylgju, alt eftir hvat tú hevur hug at gera fyrst.
Summi dáma best at byrja við tí, sum er ringast. Onnur vilja heldur gera tað lættasta fyrst, tí tey halda, at tað er ein góð kensla at blíva skjótt liðugur við okkurt. Vel tað, sum riggar best hjá tær.
„At skriva niður, hvat mann skal gera og í hvørjari raðfylgju, er avgjørt ein hjálp. Tí tá følir mann, at mann hevur skil á skúlatingunum, og so virkar tað heldur ikki sum eitt stórt fjall.“ – Heidi.
3. prei: Ger nakað. Bíblian sigur: „Verið røsk og haldið tykkum ikki aftur.“ (Rómbrævið 12:11, Nýggi Sáttmálin) Sjálvt um tað er freistandi at gera alt møguligt annað, mást tú gera skúlatingini fyrst.
Tey, sum hava lyndi til at útseta alt, verða ofta ikki liðug til tíðina, ella tey kanska hurra seg ígjøgnum tað, sum tey skulu gera, og so verður úrslitið ikki serliga gott. Tú kanst gera tað lættari fyri teg sjálvan, um tú gert skúlatingini beinanveg, tí so sleppur tú frá at ganga og hugsa um tey.
„Tá ið eg gjørdi skúlating beint aftan á skúlatíð ella fór í holt við eina uppgávu, beint sum eg fekk hana, var tað ikki neyðugt at ganga og stúra meira um tað – og allíkavæl hevði eg tíð til alt møguligt annað.“ – Serina.
UPPSKOT: Ger skúlating somu tíð hvønn dag. Tað lærir teg at hava sjálvsdissiplin og at fáa góðar vanar.
4. prei: Ver fokuseraður. Bíblian sigur: „Lat eygu tíni hyggja beint fram.“ (Orðtøkini 4:25) Um tú skalt fylgja hesum ráðnum, tá ið tú gert skúlating, mást tú ikki lata nakað forstýra teg – serliga ikki nakað elektroniskt.
Tá ið tú ert á netinum og sms’ar, samstundis við at tú gert skúlating, kann tað taka dupult so langa tíð at blíva liðugur. Men um tú ert fokuseraður, finnur tú helst út av, at tú verður minni stressaður og hevur meira frítíð.
„Við snildfonum, teldum, gaming konsollum og sjónvarpi er tað ikki lætt at halda fokus. Tað, sum hjálpir mær, er at sløkkja telefonina og alt annað, sum kann forstýra.“ – Joel.
5. prei: Finn eina javnvág. Bíblian sigur: „Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili.“ (Orðtøkini 13:16) Tað verður ikki so strævið at gera skúlating, um tú heldur ein steðg, tá ið tú hevur brúk fyri tí. Gakk, súkkla ella renn ein túr.
Um tú enn følir, at tú ert um at drukna í skúlatingum, mást tú tosa við tínar lærarar. Duga teir at síggja, at tú gert títt allarbesta, eru teir kanska villigir at broyta okkurt.
„Tú skalt ikki lata skúlating gera teg keddan og stressaðan. Summi ting eru ikki verd at missa svøvnin av. Tá ið mann ger sítt besta, skal mann vera nøgdur.“ – Julia.
Spyr teg sjálvan:
Hvat skal eg brúka, tá ið eg geri skúlating?
Nær er tað best hjá mær at gera skúlating?
Hvar fái eg best konsentrerað meg?
Hvat kann eg gera fyri ikki at útseta skúlatingini?
Hvat kundi forstýrað meg?
Hvussu kann eg tryggja mær, at tøkni ella annað ikki forstýrar meg?
Hvussu kann eg finna javnvágina í sambandi við skúlating?
GOTT AT MINNAST: Tryggja tær, at tú skilur, hvat uppgávan gongur út uppá. Hevur tú nakrar spurningar, mást tú spyrja læraran, áðrenn tú fert heim.
a Punktini eru tikin úr bókini School Power, eftir Jeanne Schumm.