Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Sterku tenninar hjá fliðuni

Sterku tenninar hjá fliðuni

Tann vanliga fliðan er ein sjósnigil, sum hevur eina skel, ið er keyluformað og útgjørd við óvanliga sterkum tonnum. Tenninar eru bygdar upp av eini blanding av proteini og tunnum, tættum tægrum av einum hørðum minerali, ið nevnist goethit.

Hugsa um hetta: Fliðan hevur eitt slag av tungu við røðum av bugaðum tonnum. Hvør tonn er minni enn ein millimetur, og fliðan brúkar tær at fíla við. Fliðan livir av algum og brúkar sínar ógvuliga hørðu og sterku tenn til at skava algurnar av steinum.

Granskarar hava við einum sera kraftigum mikroskopi kannað, hvussu stórt trýst tenninar tola, áðrenn tær brotna. Teir funnu út av, at tenninar hjá fliðuni eru tað sterkasta lívfrøðiliga tilfarið, sum nakrantíð er skrásett – enntá sterkari enn tráðurin, sum ein eiturkoppur spinnur. Leiðandi granskarin segði: „Vit áttu at hermt eftir sniðgevingini í tonnunum hjá fliðuni, tá ið vit uppfinna ymiskt.“

Granskarar halda, at eftirgjørdar útgávur av tilfarinum í fliðutonnum kundu verið brúktar í framleiðsluni av bilum, bátum og flogførum, ja, enntá til eftirgjørdar mannatenn.

Hvat heldur tú? Eru tær óvanliga sterku tenninar hjá fliðuni komnar av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?