Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Sjálvreinsandi hvøljan hjá grindahvalinum

Sjálvreinsandi hvøljan hjá grindahvalinum

Gjar og aðrar sjóverur, sum vaksa á skipsskrokkum, eru ein stórur trupulleiki hjá reiðaríum. Slíkur gróður á skipum seinkar ferðini, økir um oljunýtsluna og ger, at skipini mugu takast upp at reinsast annaðhvørt ár. Granskarar leita eftir einari loysn í náttúruni.

Hugsa um hetta: Kanningar vísa, at hvøljan hjá grindahvalinum (Globicephala melas) hevur sjálvreinsandi eginleikar. Í hvøljuni eru foyrur, sum eru so evarska smáar, at gjarverur ikki fáa sett seg fastar. Og í hesum smáu foyrunum er eitt gel, sum loypur á algur og bakteriur. Hvalurin úrskilur nýtt gel, so hvørt sum hvøljan endurnýggjast.

Granskarar hava ætlanir um at eftirgera sjálvreinsandi hvøljuna hjá hvalinum til skipsskrokkar. Fyrr brúkti mann gróðurfyribyrgjandi máling. Men tann málingin, sum oftast varð nýtt, er nú bannað, tí hon dálkar lívið í sjónum. Tað, sum granskararnir ætla at gera, er at leggja eitt metalnet um skipsskrokkin. Hetta metalnetið verður lagt út yvir eina rúgvu av smáum holum, og úr teimum seyrar eitt umhvørvisvinaligt evni, sum broytist til eitt tjúkt gel, tá ið tað kemur í samband við sjógv. Gelið legst sum eitt lag um allan skrokkin. Við tíðini slítist hetta 0,7 millimetra tjúkka lagið av saman við øllum verunum, sum hava fest seg á tað. Síðani úrskilur skipanin nýtt gel, sum legst um skrokkin.

Gjar seinkar ferðini á skipum og er torført at taka burtur

Kanningar í royndarstovum vísa, at henda skipanin kann minka gróðurin á skipum, so hann verður 100 ferðir minni. Og tað hevði verið ein stórur fyrimunur hjá reiðaríum, tí tað er øgiliga dýrt at reinsa eitt skip í eini turrdokk.

Hvat heldur tú? Er sjálvreinsandi hvøljan hjá grindahvalinum komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?