PARTUR 01
Kann Bíblian geva tær eitt betri lív?
Tey flestu av okkum hava spurningar um lívið, deyðan og framtíðina. Vit hugsa sikkurt eisini um okkurt meira gerandisligt, til dømis um hvussu vit kunnu fáa endarnar at røkka saman og fáa eitt gott familjulív. Bíblian hevur givið nógvum fólkum svar upp á lívsins stóru spurningar og góð ráð at brúka í tí dagliga. Heldur tú, at Bíblian kann hjálpa tær?
1. Hvørjar spurningar fáa vit svar upp á í Bíbliuni?
Bíblian svarar spurningum sum hesum: Hvar koma vit frá? Hvat er meiningin við lívinum? Hví uppliva vit sorg og pínu? Hvat hendir við okkum, tá ið vit doyggja? Hví er so nógvur ófriður, tá ið øll ynskja sær frið? Hvat fer at henda við jørðini? Nógv hava funnið svar upp á sovorðnar spurningar í Bíbliuni.
2. Hvussu kann Bíblian hjálpa okkum í gerandisdegnum?
Í Bíbliuni eru nógv góð ráð at finna. Hon vísir til dømis, hvussu vit kunnu fáa eitt gott familjulív. Hon lærir okkum, hvussu vit kunnu takkla ein stressandi gerandisdag, og hvussu vit kunnu trívast í okkara arbeiði. Tá ið vit fara at kanna partarnar saman, fært tú at vita, hvat Bíblian sigur um hetta og nógv annað. Kanska kemur tú fram til, at „øll skriftin ... er nyttulig“. – 2. Timoteusarbræv 3:16.
Tað er ikki meiningin, at tú skalt lesa hetta tilfarið í staðin fyri Bíbliuna. Nei, tankin er, at tilfarið skal hjálpa tær at kanna Bíbliuna. Tí er tað gott, at tú lesur bíbliuørindini, sum víst er til í pørtunum, fyri at tryggja tær, at tað, sum tú lærir, samsvarar við Bíbliuna.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvussu Bíblian hevur hjálpt øðrum, hvussu tað kann blíva meira spennandi at lesa í henni, og hví tað er gott at fáa hjálp til at skilja hana.
3. Bíblian kann hjálpa okkum
Bíblian er sum ein lykt. Hon kann vísa okkum, hvussu vit kunnu taka góðar avgerðir, og hvat fer at henda í framtíðini.
Les Sálm 119:105, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvat helt hann, sum skrivaði hetta, um Bíbliuna?
-
Hvat heldur tú um Bíbliuna?
4. Bíblian kann svara okkara spurningum
Bíblian hjálpti einari konu at fáa svar upp á nakrar spurningar, sum hon hevði hugsað um í nógv ár. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.
-
Hvørjar spurningar hevði Doris?
-
Hvussu hjálpti tað henni at kanna Bíbliuna?
Bíblian vísir, at tað er gott at royna at fáa svar upp á sínar spurningar. Les Matteus 7:7, og tosa um henda spurningin:
-
Hevur tú nakrar spurningar, sum tú gjarna vilt hava svar upp á?
5. Tað kann blíva meira spennandi at lesa í Bíbliuni
Nógvum dámar væl at lesa í Bíbliuni, og tey fáa nógv burturúr. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.
-
Hvussu dámdi teimum ungu í videonum at lesa sum heild?
-
Hví dámdi teimum at lesa í Bíbliuni?
Bíblian kann geva okkum troyst og vón. Les Rómbrævið 15:4, og tosa um henda spurningin:
-
Hevur tú hug at fáa meira at vita um hesa vónina?
6. Onnur kunnu hjálpa okkum at skilja Bíbliuna
Tað er gott at lesa í Bíbliuni sjálvur, men nógv halda, at mann fær enn meira burturúr, tá ið mann tosar við onnur um tað, sum mann lesur. Les Ápostlasøguna 8:26-31, og tosa um henda spurningin:
-
Hvat kann hjálpa okkum at skilja Bíbliuna? – Hygg at ørindunum 30 og 31.
NØKUR SIGA: „Tað er spill av tíð at kanna Bíbliuna.“
-
Hvat heldur tú? Og hví?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Bíblian gevur okkum góð ráð at brúka í gerandisdegnum, svarar týðandi spurningum og gevur okkum troyst og vón.
Greið frá
-
Hvussu kann Bíblian geva okkum eitt betri lív?
-
Hvat fáa vit millum annað svar upp á í Bíbliuni?
-
Hvørjar spurningar vilt tú gjarna hava svar upp á?
HYGG AT HESUM
Kunnu ráðini í Bíbliuni brúkast í dag?
Sergej hevði havt lágt sjálvsálit, líka síðan hann var smádrongur. Hygg, hvussu Bíblian hjálpti honum.
Í Bíbliuni eru góð ráð um familjulívið, og tey hava riggað í fleiri túsund ár.
Hvør er tað, sum stýrir heiminum? Tað, Bíblian sigur, kemur kanska óvart á teg.