GER LÆRISVEINAR
PARTUR 11
Ger tað einfalt
Meginregla: ’Ber fram skilliga talu.’ – 1. Kor. 14:9.
Hvat gjørdi Jesus?
1. Hygg at VIDEONUM, ella les Matteus 6:25-27, og hugsa um hesar spurningarnar:
Hvat lærir Jesus okkum?
2. Viss vit undirvísa upp á ein einfaldan máta, verður tað lættari hjá fólki at minnast tað, sum vit læra tey, og sannleikin fer beint í hjartað.
Ger sum Jesus
3. Tosa ikki for nógv. Tað er betri at fokusera upp á tað, sum stendur í lestrartilfarinum, enn at fortelja alt møguligt annað, sum tú veitst um evnið. Tá ið tú hevur sett ein spurning, mást tú vera tolin og bíða eftir, at næmingurin svarar. Viss hann ikki veit svarið ella sigur okkurt, sum stríðir ímóti Bíbliuni, kanst tú hjálpa honum at koma fram til rætta svarið við at seta fleiri spurningar. Tá ið næmingurin hevur skilt høvuðstankan, er tíð at fara víðari.
4. Brúka tað, sum næmingurin longu veit, til at hjálpa honum at skilja nakað nýtt. Áðrenn tit til dømis byrja upp á ein part um uppreisnina, kanst tú nevna tað, sum næmingurin longu hevur lært um deyðan.
5. Brúka myndir við skili. Áðrenn tú brúkar eina mynd, kanst tú spyrja teg sjálvan: