Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL ÁTJAN

Hon ’grundaði í hjarta sínum’

Hon ’grundaði í hjarta sínum’

1, 2. Lýs ferðina hjá Mariu, og greið frá, hví tað var strævið hjá henni at ferðast.

MARIA førkaði seg aftur og fram fyri at finna eina støðu, so hon kom at sita væl á eslinum. Hon hevði sitið har í fleiri tímar. Beint framman fyri hana gekk Jósef og leiddi eslið eftir vegnum til fjarskotna Betlehem. Maria føldi aftur, at barnið rørdi seg.

Sambært frásøguni var Maria fleiri mánaðir við barn. (Luk. 2:5, 6) So hvørt sum Jósef og Maria komu fram við einum akri fyri og øðrum eftir, hugdu nakrir bøndur, sum vóru í holt við at pløga ella sáa, helst at teimum og undraðust á, at ein kvinna, ið var komin so tætt at eiga, var farin eina slíka ferð. Hví var Maria, sum búði í Nazaret, farin so langt heimanífrá?

3. Hvørja uppgávu hevði Maria fingið, og hvat fara vit at læra um Mariu?

3 Nógvar mánaðir frammanundan hevði henda unga jødiska kvinnan fingið eina uppgávu, sum ikki hevði sín líka í allari mannasøguni. Hon skuldi bera barnið í heim, sum fór at verða Messias, sonur Guds! (Luk. 1:35) Tá ið tíðin nærkaðist, at hon skuldi eiga, bar tað so á, at tey noyddust at fara hesa ferðina, og í hesum sambandi varð trúgvin hjá Mariu roynd. Latið okkum vita, hvat hjálpti henni at verða sterk í trúnni.

Ferðin til Betlehem

4, 5. (a) Hví vóru Jósef og Maria á veg til Betlehem? (b) Hvør profeti gekk út við boðnum, sum keisarin gav?

4 Jósef og Maria vóru ikki tey einastu, sum ferðaðust. Augustus keisari hevði nýliga givið boð um, at fólk um alt landið skuldu skrivast í manntal og tí skuldu fara til tann býin, tey vóru fødd í. Hvat gjørdi Jósef? Í frásøguni stendur: „Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem — tí hann var av húsi og ætt Dávids.“ — Luk. 2:1-4.

5 Tað var ikki av tilvild, at keisarin gav hesi boð júst um hetta mundið. Ein profeti, sum var skrivað umleið 700 ár frammanundan, boðaði frá, at Messias skuldi verða føddur í Betlehem. Í roynd og veru lá ein býur, sum æt Betlehem, bert 11 kilometrar frá Nazaret. Men í profetiini stóð heilt nágreiniliga, at Messias fór at verða føddur í „Betlehem, Efrata“. (Les Mika 5:1.) Fyri at koma til hesa lítlu bygdina máttu ferðafólk úr Nazaret leggja okkurt um 130 kilometrar av fjallalendi aftur um seg, tá ið farið varð um Samaria. Tað var í hesum Betlehem, at Jósef skuldi lata seg skriva, tí hetta var heimbygdin hjá forfedrum hansara í ætt Dávids kongs. Bæði Jósef og Maria vóru av hesi ætt.

6, 7. (a) Hví kann tað hava verið ein avbjóðing hjá Mariu at fara til Betlehem? (b) Hvørja ávirkan hevði tað á avgerðirnar hjá Mariu, at hon var kona Jósefs? (Sí eisini undirgreinina.)

6 Mundi Maria fara at stuðla avgerðini, sum Jósef hevði tikið um at lýða boð keisarans? Tað fór jú at vera ein trupul ferð hjá henni. Hetta var helst tíðliga á heysti, so møguleiki var fyri nakað av regni, nú turra árstíðin var um at vera av. Og haraftrat lá Betlehem sera høgt — í 760 metra hædd — so tað fór at vera strævið at ganga tann síðsta teinin á tí fleiri daga longu ferðini. Møguliga fór ferðin at vara longur enn vanligt, tí Maria var jú við barn og hevði kanska javnan tørv á at hvíla seg. Í eini tílíkari støðu mundi ein ung kvinna allarhelst viljað verið heima hjá familju og vinfólki, sum vóru til reiðar at hjálpa henni, tá ið hon fekk verkir. Tað hevur uttan iva kravt dirvi at fara undir hesa ferðina.

Ferðin til Betlehem var ikki løtt

Kortini skrivar Lukas, at Jósef fór „at verða skrásettur við Mariu“. Hann nevnir eisini, at Maria „sum lovað var givin [Jósefi] til konu“. (Luk. 2:4, 5, NW) At Maria nú var kona Jósefs, hevði stóra ávirkan á hennara avgerðir. Hon metti mann sín sum høvdið í familjuni og vildi fegin átaka sær tann leiklut, sum Gud hevði givið henni, við at stuðla hansara avgerðum. * Tí var hon fús at akta mann sín, hóast tað kundi hava avbjóðingar við sær, og vísti soleiðis eina sterka trúgv.

8. (a) Hvat annað kann hava fingið Mariu at fara við Jósefi til Betlehem? (b) Hvussu er Maria ein fyrimynd hjá okkum í dag?

8 Hvat annað kann hava fingið Mariu at vera lýdna? Kendi hon profetiina um, at Messias skuldi verða føddur í Betlehem? Tað sigur Bíblian einki um. Men kanska kendi hon profetiina, tí sum skilst var tað almenn vitan millum trúarleiðarar og fólk sum heild. (Matt. 2:1-7; Jóh. 7:40-42) Og Maria kendi Skriftirnar væl. (Luk. 1:46-55) Tá ið Maria gjørdi av at fara, um tað nú var fyri at akta mann sín, fyri at fylgja boðunum frá keisaranum, ella tí hon kendi profetiina hjá Jehova — ella ein samanseting av hesum — so var hon ein sera góð fyrimynd. Jehova virðismetir veruliga menn og kvinnur, sum eru eyðmjúk og lýðin. Flestøll menniskju í dag halda ikki, at tað er neyðugt at vera eyðmjúkur, og tí er Maria ein serliga góð fyrimynd hjá okkum.

Kristus verður føddur

9, 10. (a) Hvat kunnu Maria og Jósef hava hugsað um, sum tey nærkaðust Betlehem? (b) Hvar gistu Jósef og Maria, og hví?

9 Maria lætnaði helst um hjartað, tá ið hon fekk Betlehem í eygsjón. Sum tey gingu niðan eftir líðunum og komu fram við oljuberjalundum — oljuber vóru ein tann síðsta grøðin, ið varð heystað — hava Maria og Jósef kanska hugsað um søguna hjá hesi bygdini. Hon hevði ov lítið at týða til at verða tald millum býirnar í Juda, júst sum Mika profetur hevði boðað frá, men tað var kortini her, at Boaz, No’omi og seinni Dávid vórðu fødd meira enn túsund ár frammanundan.

10 Fult av fólki var í Betlehem. Nógv fólk vóru longu komin at lata seg skriva, og tí var ikki rúm fyri Jósefi og Mariu í gistihúsinum. * Tey høvdu einki annað í at velja enn at gista í einum fjósi. Vit kunnu helst ímynda okkum, hvussu stúrin Jósef varð, tá ið Maria fór at kenna eina pínu, sum hon ongantíð áður hevði havt, og pínan gjørdist verri og verri. At hugsa sær, at hon skuldi fáa verkir her — í einum fjósi!

11. (a) Hví kunnu kvinnur um allan heimin ímynda sær, hvussu Maria hevði tað? (b) Á hvønn hátt var Jesus ’frumborin’?

11 Kvinnur um allan heimin kunnu ímynda sær, hvussu Maria hevði tað. Eini 4000 ár frammanundan hevði Jehova boðað frá, at kvinnur skuldu eiga børn við pínu vegna arvasyndina. (1 Mós. 3:16) Einki bendir á, at Maria var nakað undantak. Frásøgan hjá Lukasi nevnir ikki nakað serstakt um barnsburðin, men sigur bert: „Hon átti son sín, hin frumborna.“ (Luk. 2:7) Ja, nú var hennara „frumborna“ barn føtt — tað fyrsta av teimum í minsta lagi sjey børnunum hjá Mariu. (Mark. 6:3) Men hesin sonurin fór altíð at líkjast burturúr. Hann var ikki bert hennara frumborni, hann var eisini frumborni sonur Jehova Guds, nevniliga „hin frumborni als skapnings“. — Kol. 1:15.

12. Hvar legði Maria pinkubarnið, og hvussu var veruleikin í mun til jólaleikir, málningar og jólakrubbur?

12 Nú leggur frásøgan henda víðagitna smálutin aftrat: „[Hon] sveipaði Hann og legði Hann í krubbu.“ (Luk. 2:7) Jólaleikir, málningar og jólakrubbur um allan heimin lýsa umstøðurnar á ein alt ov kenslubornan og veruleikafjaran hátt. Hugsa kortini um, hvat veruliga hendi. Ein krubba er eitt trog, ella eitt ílat, sum djór eta úr. Minst til, at familjan gisti í einum fjósi, neyvan eitt stað við góðari inniluft ella góðum reinføri — hvørki tá ella nú. Mundu nøkur foreldur valt sær eitt slíkt stað at bera eitt barn í heim, um tey høvdu nakað í at velja? Flestøll foreldur ynskja tað besta fyri síni børn. Hvussu mikið meira vildu Maria og Jósef ikki geva soni Guds tað allarbesta!

13. (a) Á hvønn hátt fingu Maria og Jósef sum best burtur úr støðuni? (b) Hvussu kunnu skilagóð foreldur í dag raðfesta sum Jósef og Maria?

13 Teir fáu møguleikarnir gjørdu tey kortini ikki beisk, tey royndu at fáa sum best burtur úr støðuni. Hugsa til dømis um, at Maria sjálv tók sær av barninum. Hon ballaði tað væl, áðrenn hon varisliga legði tað niður í krubbuna, har tað kundi sova trygt og gott. Maria fór ikki at lata stúranir um verandi støðuna forða sær í at syrgja væl fyri nýborna soni sínum. Hon og Jósef vistu bæði tvey, at tað, sum hevði størstan týdning, var at læra barnið at elska Jehova. (Les Fimtu Mósebók 6:6-8.) Í dag hava skilagóð foreldur somu raðfesting, tey læra eisini síni børn um Jehova í hesum andaliga fátæka heiminum.

Ein lívgandi vitjan

14, 15. (a) Hví vóru hirðarnir spentir at síggja barnið? (b) Hvat gjørdu hirðarnir eftir at hava sæð barnið í fjósinum?

14 Knappliga kom onkur á gátt í friðarliga fjósinum. Tað vóru hirðar, sum komu at vitja, tí teir vóru so spentir at síggja ta lítlu familjuna og serliga nýborna barnið. Menninir vóru sera eldhugaðir, og gleðin lýsti av teimum. Teir høvdu skundað sær oman úr líðunum, har teir hildu til við fylgjum sínum. * Teir søgdu teimum bilsnu foreldrunum frá eini frálíkari hending, sum teir júst høvdu verið vitni til. Ein eingil hevði brádliga víst seg fyri teimum, meðan teir hildu náttarvakt í líðini. Dýrd Jehova hevði lýst rundan um teir, og eingilin hevði sagt teimum, at Kristus, ella Messias, júst var føddur í Betlehem. Teimum varð eisini sagt, at teir skuldu finna pinkubarnið sveipað og liggjandi í eini krubbu. Síðani hendi nakað enn meiri undurfult — ein stórur skari av einglum, sum prísaðu Gudi, kom til sjóndar! — Luk. 2:8-14.

15 Einki løgið, at hesir eyðmjúku menninir skundaðu sær til Betlehem. Teir gjørdust uttan iva sera glaðir um at síggja eitt nýborið pinkubarn liggja har, júst sum eingilin hevði sagt teimum. Teir fingu ikki tagt um hesi góðu tíðindi. ’Teir søgdu frá tí, og øll, sum hoyrdu tað, undraðust á tað, ið teimum varð sagt av hirðunum.’ (Luk. 2:17, 18) Hirðar tá á døgum vóru helst ikki høgt í metum hjá trúarleiðarunum. Eingin ivi er tó um, at Jehova virðismetti hesar eyðmjúku og trúføstu menninar. Men hvussu ávirkaði henda vitjanin Mariu?

Jehova virðismetti av sonnum teir eyðmjúku og trúføstu hirðarnar

16. Hvussu vísti Maria, at hon veruliga grundaði á tað, hon hoyrdi, og hvat var ein týðandi orsøk til, at hon kundi halda seg sterka í trúnni?

16 Maria var óivað móð eftir barnsburðin, men hon sat kortini undir hvørjum orði, ið varð sagt. Og hon gjørdi meira enn tað: „Maria legði sær øll hesi orð í minni og grundaði á tey í hjarta sínum.“ (Luk. 2:19) Henda unga kvinna grundaði veruliga á tað, hon sá og hoyrdi. Hon visti, at boðskapurin frá einglinum hevði stóran týdning. Jehova vildi, at hon skuldi vita, hvør sonur hennara var, og hvussu stóran týdning hann hevði. So hon gjørdi meira enn bara at lurta. Hon goymdi orðini í hjarta sínum, so hon kundi grunda á tey aftur og aftur, sum mánaðirnir og árini gingu. Hetta er ein týðandi orsøk til, at Maria var før fyri at halda seg sterka í trúnni alt sítt lív. — Les Hebrearabrævið 11:1.

Maria lurtaði væl eftir tí, hirðarnir søgdu, og goymdi tað í hjarta sínum

17. Hvussu kunnu vit taka eftir Mariu, tá ið talan er um sannleikarnar í Bíbliuni?

17 Fert tú at taka eftir Mariu? Jehova hevur syrgt fyri, at hvør einasta síða í hansara orði, Bíbliuni, er full av týðandi sannleikum. Men hesir sannleikarnir gagna okkum lítið, um vit ikki geva teimum gætur. Tað gera vit, um vit lesa í Bíbliuni regluliga — ikki bara sum eina góða bók, men sum innblásta orð Guds. (2 Tim. 3:16) Síðani mugu vit eins og Maria goyma orðini í okkara hjørtum og grunda á tey. Hugsa vit djúpt um tað, vit lesa í Bíbliuni, og hugleiða um, hvussu vit kunnu fylgja ráðum Jehova enn neyvari, geva vit trúnni tað, sum henni tørvar fyri at vaksa.

Fleiri orð at grunda á

18. (a) Hvussu aktaðu Maria og Jósef Móselógina, tá ið Jesus var pinkalítil? (b) Hvat vísti ofrið hjá Jósefi og Mariu í templinum um fíggjarstøðuna hjá teimum?

18 Tá ið lítla barnið var átta dagar gamalt, lótu Maria og Jósef hann umskera, eins og Móselógin ásetti, og góvu honum navnið Jesus, sum tey høvdu fingið boð um. (Luk. 1:31) Tá ið hann var 40 dagar gamal, fóru tey við honum úr Betlehem til templið í Jerusalem, sum lá einar 10 kilometrar haðani, og har lótu tey reinsanarofrið, ið Lógin loyvdi teimum fátæku at geva — tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar. Kendu tey eina vissa skomm av at ofra minni enn veðurlambið og turtildúvuna, sum onnur foreldur høvdu ráð til, skúgvaðu tey slíkar kenslur til viks. Tey kendu seg í øllum førum sera lívgað av at vera har. — Luk. 2:21-24.

19. (a) Hvussu gav Símeon Mariu enn fleiri orð at goyma í hjarta sínum? (b) Hvat gjørdi Anna, tá ið hon sá Jesus?

19 Ein gamal maður, ið æt Símeon, kom til teirra, og hann gav Mariu enn fleiri orð at goyma í hjarta sínum. Honum var lovað, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð Messias, og heilagi andi Jehova vísti honum á, at lítli Jesus var frelsarin, ið koma skuldi. Símeon ávaraði eisini Mariu um pínuna, hon ein dag skuldi kenna. Hann segði, at hon fór at kenna tað sum varð eitt langt svørð stungið ígjøgnum hana. (Luk. 2:25-35) Hóast hesi orðini ávaraðu hana um nakað ræðuligt, hava tey kanska hjálpt henni at tola sorgina, tá ið hon kom 33 ár seinni. Eftir at Símeon hevði tosað við Mariu, sá ein profetinna, ið æt Anna, lítla Jesus og fór at tosa um hann við øll, sum longdust eftir, at Jerusalem skuldi verða endurloyst. — Les Lukas 2:36-38.

Maria og Jósef vórðu sera lívgað í templi Jehova í Jerusalem

20. Hví var tað gott, at Jósef og Maria gjørdu av at fara við Jesusi í templið í Jerusalem?

20 Sum tað var gott, at Jósef og Maria gjørdu av at fara við barni sínum í tempul Jehova í Jerusalem! Soleiðis løgdu tey lunnar undir, at Jesus alt lív sítt trúfastur fór at koma í templið. Meðan tey vóru har, góvu tey Jehova sítt allarbesta og fingu sjálvi góð ráð og vórðu lívgað. Tá ið Maria fór úr templinum henda dagin, var trúgv hennara uttan iva sterkari og hjarta hennara fult av týðandi sannleikum, sum hon kundi grunda á og fortelja øðrum.

21. Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at vit, eins og Maria, verða styrkt í trúnni?

21 Tað er ein fragd at síggja, at foreldur í dag taka eftir hesi fyrimynd. Foreldur, sum eru Jehova vitni, hava trúføst børnini við á kristin møti. Slík foreldur geva sítt besta, og lívga trúarfelagar sínar við tí, sum tey siga. Og tá ið tey fara heim eftir eitt møti, eru tey sterkari í trúnni, glaðari og hava nógv gott at tosa við onnur um. Tað er ein gleði at vera saman við teimum! Tá sanna vit, eins og Maria, at vit verða styrkt í trúnni.

^ par. 7 Legg til merkis, hvussu henda ferðin verður lýst í mun til eina undanfarna ferð: ’Maria fór við skundi avstað’ at vitja Elisabet. (Luk. 1:39) Tá var Maria trúlovað, men ikki gift, og tí fór hon kanska avstað uttan at tosa við Jósef. Men tá ið tey vóru gift, verður sagt, at tað var Jósef, og ikki Maria, sum skipaði fyri ferðini.

^ par. 10 Tað var vanligt tá í tíðini, at býir høvdu eitt stað, har ferðafólk kundu gista.

^ par. 14 At hirðarnir um hesa tíðina hildu til uttandura við fylgjum sínum tíðarfestir hendingarøðina í Bíbliuni: Jesus varð ikki føddur í desember, tá ið fylgini høvdu verið undir taki, men heldur einaferð fyrst í oktober.