Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL EIN OG TJÚGU

Hann stríddist ímóti ótta og iva

Hann stríddist ímóti ótta og iva

1-3. Hvat hevði Pætur upplivað ein hendingaríkan dag, og hvat hendi um náttina?

PÆTUR róði, alt hann var mentur, meðan hann skimaðist út í náttina. Var tað eitt veikt ljós, hann hómaði í eystri? Var tað umsíðir dagurin, ið gjørdi vart við seg? Hann hevði pínu í ryggi og herðum, tí hann hevði róð í nógvar tímar. Vindurin, sum skrykti í hárið á honum, hevði øst upp Galileavatn. Aldurnar brutu inn yvir stavnin á útróðrarbátinum, so Pætur gjørdist dýggjvátur. Men hann helt fram at rógva.

2 Pætur og felagar hansara høvdu latið Jesus verða einsamallan eftir inni á landi. Tann dagin høvdu teir sæð Jesus metta eina svanga mannamúgvu — fleiri túsund menniskju — bert við nøkrum fáum breyðum og fiskum. Fólkini vildu gera Jesus til kong afturfyri, men hann vildi einki hava við politikk at gera. Hann vildi heldur ikki hava lærisveinarnar at blanda seg upp í politikk. Fyri at sleppa undan mannamúgvuni bað Jesus lærisveinarnar fara í bátin og rógva yvir um vatnið, meðan hann sjálvur fór niðan á fjallið at biðja. — Mark. 6:35-45; les Jóhannes 6:14-17.

3 Mánin, sum næstan var fullur, stóð høgt á himli, tá ið lærisveinarnir fóru avstað. Nú hvarv hann so líðandi úr eygsjón har vesturi. Og kortini høvdu teir bert róð nakrar fáar fjórðingar. Tann tungi róðurin saman við ganginum av vindinum og aldunum forðaði fyri stórvegis práti millum menninar. Pætur sat helst og hugsaði fyri seg sjálvan.

Í tvey ár hevði Jesus lært Pætur eina rúgvu, men hann hevði enn nógv at læra

4. Hví er Pætur ein frálík fyrimynd hjá okkum at taka eftir?

4 Har var eisini nógv at hugsa um! Pætur hevði fylgst við Jesusi úr Nazaret í meira enn tvey hendingarík ár. Hann hevði lært nógv, men hevði enn nógv at læra. Hann var lærufúsur og stríddist ímóti forðingum sum iva og ótta, og tí er hann ein frálík fyrimynd hjá okkum at taka eftir. Latið okkum vita hví.

„Vit hava funnið Messias“!

5, 6. Hvussu var lívið hjá Pæturi?

5 Pætur fór ongantíð at gloyma dagin, tá ið hann hitti Jesus úr Nazaret. Beiggi hansara, Andrias, var tann fyrsti, sum bar honum hesi einastandandi tíðindini: „Vit hava funnið Messias.“ Tey orðini broyttu lívið hjá Pæturi. Tað fór ongantíð at verða sum fyrr. — Jóh. 1:42.

6 Pætur búði í Kapernaum, einum býi norðarumegin eitt vatn, sum varð rópt Galileavatn. Hann og Andrias høvdu eitt útróðravirki saman við Jákupi og Jóhannesi, synum Zebedeusar. Heima hjá Pæturi búðu bæði kona hansara, vermamma hansara og beiggi hansara, Andrias. At uppihalda einum slíkum húski við fiskiskapi kravdi uttan iva stríð, orku og dugnaskap. Vit kunnu ímynda okkum tær óteljandi næturnar, har menninir róðu út at seta gørnini út millum tveir bátar og síðani draga veiðuna um borð. Vit síggja eisini fyri okkum strævnar arbeiðsdagar, har fiskurin varð hagreiddur og seldur, og gørnini vórðu bøtt og skolað.

7. Hvat hoyrdi Pætur um Jesus, og hví vóru hetta spennandi tíðindi?

7 Bíblian sigur, at Andrias var lærisveinur hjá Jóhannesi doypara. Pætur lurtaði uttan iva væl eftir, tá ið beiggi hansara segði honum frá boðskapinum hjá Jóhannesi. Ein dagin sá Andrias, at Jóhannes vísti á Jesus úr Nazaret og segði: „Hygg lamb Guds!“ Andrias gjørdist alt fyri eitt lærisveinur hjá Jesusi og bar eldhugaður Pæturi hesi spennandi tíðindi: Messias er komin! (Jóh. 1:35-42) Eftir uppreisturin í Eden umleið 4000 ár frammanundan hevði Jehova Gud lovað, at ein serligur persónur skuldi stíga fram og geva mannaættini sanna vón. (1 Mós. 3:15) Nú hevði Andrias hitt henda Frelsaran, Messias! Pætur skundaði sær avstað, so hann eisini kundi hitta Jesus.

8. Hvat merkir navnið, sum Jesus gav Pæturi, og hví seta nøkur enn spurnartekn við hetta navnavalið?

8 Fram til henda dagin varð Pætur róptur Símun. Men Jesus hugdi at honum og segði: „’Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas’ (tað er útlagt: Petrus).“ (Jóh. 1:43) „Kefas“ er eitt vanligt navnorð, sum merkir „steinur“, ella „klettur“. Orð Jesusar vóru eyðsýniliga profetisk. Hann sá frammanundan, at Pætur fór at verða sum ein klettur — ein støðufastur og álítandi stuðul hjá lærisveinum Kristusar. Hevði Pætur ta somu myndina av sær sjálvum? Tað er ivasamt. Sjálvt nøkur, sum lesa í evangeliunum í dag, síggja einki støðufast og álítandi í Pæturi, sum líkist kletti. Nøkur siga, at hann, soleiðis sum hann verður lýstur í bíbilsku frásøguni, tykist at vera óstøðugur og vinglutur.

9. Hvørjum leita Jehova og sonur hansara eftir, og hví heldur tú, at vit skulu líta á teirra sjónarmið?

9 Pætur hevði sínar veikleikar, og tað visti Jesus væl. Men eins og Faðir sín, Jehova, leitaði Jesus altíð eftir tí góða í fólki. Hann sá nógvar møguleikar í Pæturi og royndi at hjálpa honum at brúka teir góðu eginleikarnar, hann hevði. Jehova og sonur hansara leita eisini eftir tí góða í okkum í dag. Vit hava kanska ilt við at trúgva, at teir finna nakað gott í okkum. Men vit mugu líta á teirra sjónarmið og vera fús at lata teir upplæra og forma okkum, eins og Pætur var. — Les Fyrsta bræv Jóhannesar 3:19, 20.

„Óttast ikki!“

10. Hvat upplivdi Pætur helst, men hvat fór hann kortini aftur til?

10 Tá ið Jesus síðani fór út at boða, fór Pætur eftir øllum at døma við honum fyri fyrst. Tí var hann kanska hjástaddur, tá ið Jesus gjørdi sítt fyrsta undur og gjørdi vatn til vín í brúdleypinum í Kana. Men tað týdningarmesta var, at hann hoyrdi einastandandi og vónríka boðskapin hjá Jesusi um Guds ríki. Hann helt kortini ikki fram at ferðast við Jesusi, men fór aftur til fiskiskapin. Nakrar mánaðar seinni hittust teir tó aftur, og hesa ferð bjóðaði Jesus Pæturi at fylgja sær, soleiðis at tað nú gjørdist hansara lívsleið.

11, 12. (a) Hvussu var náttin roynst hjá Pæturi? (b) Hvat hugsaði Pætur helst um, meðan hann lurtaði eftir Jesusi?

11 Pætur var tungur í huga. Náttin hevði ikki roynst væl. Hann og hinir fiskimenninir høvdu ferð eftir ferð sett gørnini út, bert fyri at draga tey tóm innaftur. Pætur nýtti ivaleyst allar sínar royndir og sín dugnaskap til at finna út av, hvar fiskur var at fáa. Tað er einki at ivast í, at hann, eins og so nógvir aðrir fiskimenn, vildi ynskt, at hann fekk hugt ígjøgnum tað grugguta vatnið og sæð, hvar fiskatorvurnar vóru, ella at hann onkursvegna fekk noytt fiskin í gørnini. Men slíkir tankar høvdu bert ørkymlað hann enn meiri. Pætur róði ikki út til stuttleika; hann skuldi breyðføða húskið hjá sær. Til endans kom hann aftur at landi við tómum hondum. Gørnini skuldu skolast. Tí hevði hann úr at gera, tá ið Jesus kom til hansara.

Pætur troyttaðist ongantíð av at hoyra Jesus greiða frá høvuðsevninum í síni boðan — Guds ríki

12 Ein mannamúgva trokaði seg fram at Jesusi og sat undir hvørjum orði, hann segði. Av tí at har vóru so nógv fólk, fór Jesus inn í bátin hjá Pæturi og bað hann leggja eitt sindur frá landi. Røddin hjá Jesusi hoyrdist væl úr bátinum, og hann lærdi mannamúgvuna. Pætur lurtaði væl eftir, og tað gjørdu tey á landi eisini. Hann troyttaðist ongantíð av at hoyra Jesus greiða frá høvuðsevninum í síni boðan — Guds ríki. Sum tað hevði verið ein stórur framíhjárættur at hjálpt Kristusi at bera henda boðskapin út um alt landið! Men fór tað at bera til hjá honum? Hvussu skuldi hann syrgja fyri familju síni? Kanska hugsaði Pætur aftur á ta longu náttina, har teir høvdu stríðst til onga nyttu. — Luk. 5:1-3.

13, 14. Hvat undur gjørdi Jesus fyri Pætur, og hvussu ávirkaði tað Pætur?

13 Tá ið Jesus var liðugur at tala, segði hann við Pætur: „Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!“ Pætur ivaðist stórliga. Hann segði: „Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.“ Pætur hevði júst skolað gørnini, so tað síðsta, hann hevði hug at gera, var at seta tey út enn eina ferð, serliga nú tá ið eingin fiskur var at fáa. Kortini gjørdi hann, sum hann varð biðin, og gav helst felagum sínum í hinum bátinum tekin um at koma aftan á sær. — Luk. 5:4, 5.

14 Tá ið Pætur fór at draga gørnini, varnaðist hann, at tey vóru sera tung. Vantrúgvin legði hann størri orku í at draga, og innan leingi sá hann, at tað uddi í fiski í gørnunum! Sum eitt ørt veittraði hann til menninar í hinum bátinum, at teir skuldu koma at hjálpa. Tá ið teir komu, gjørdist skjótt greitt, at ein bátur ikki fekk havt allan fiskin. Teir fyltu báðar bátarnar, men har var ov nógvur fiskur — bátarnir mundu sokkið! Pætur var púra ovfarin. Hann hevði áður sæð Kristus gera undur, men í hesum førinum vóru tað hann og familja hansara, ið fingu nyttu av tí. Her var ein maður, sum var mentur at noyða fiskin í gørnini! Pætur gjørdist óttafullur. Hann legði seg á knæ og segði: „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“ Hvussu kundi hann nakrantíð verða verdur at fylgjast við einum, sum hevði slíkt vald frá Gudi? — Les Lukas 5:6-9.

’Harri! Eg eri syndigur maður!’

15. Hvussu lærdi Jesus Pætur, at hann onga grund hevði til at ivast og óttast?

15 Blíður segði Jesus við Pætur: „Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.“ (Luk. 5:10) Hetta var ikki ein tíð at ivast ella óttast. Pætur hevði einki at grunda síni ivamál á, eitt nú um fiskiskapin; og óttin fyri ikki at røkka til var eisini ógrundaður. Eitt stórt arbeiði lá fyri Jesusi, ein boðan, ið fór at broyta framtíðina hjá mannaættini. Hann tænti einum Gudi, sum ’ríkliga fyrigevur’. (Es. 55:7) Jehova fór at taka sær av Pæturi, bæði materielt og andaliga. — Matt. 6:33.

16. Hvussu fylgdu Pætur, Jákup og Jóhannes boðum Jesusar, og hví var tað besta avgerðin, teir kundu taka?

16 Pætur var skjótur at fylgja boðunum, og tað vóru Jákup og Jóhannes eisini. „Teir fóru so at landi við bátunum og fóru frá øllum og fylgdu Honum.“ (Luk. 5:11) Soleiðis vísti Pætur, at hann hevði álit á Jesusi og á Honum, sum hevði sent hann. Hetta var besta avgerðin, hann kundi taka. Kristin í dag, sum vinna á iva og ótta í sambandi við at tæna Gudi, vísa eisini álit. Og Jehova syrgir altíð fyri teimum, sum hava álit á honum. — Sl. 22:5, 6.

„Hví ivaðist tú?“

17. Hvørji minni hevði Pætur frá teimum báðum árunum, sum hann hevði kent Jesus?

17 Umleið tvey ár eftir, at hann hevði hitt Jesus, róði Pætur eina náttina á Galileavatni í nógvum vindi, sum umrøtt fyrst í kapitlinum. Vit kunnu sjálvsagt ikki vita, hvørji minni runnu fram fyri hann. Har vóru so nógv at velja í: Jesus hevði grøtt vermammuna hjá Pæturi. Hann hevði hildið fjallaprædikuna. Ferð eftir ferð hevði hann við síni boðan og kraftagerðum víst, at hann var Messias, tann, sum Jehova hevði útvalt. Sum mánaðirnir gingu, fekk Pætur størri tamarhald á sínum ótta og iva. Jesus hevði enntá valt Pætur at vera ein av teimum 12 ápostlunum! Men sum tíðin skjótt fór at vísa, hevði Pætur ikki heilt fingið bilbugt við ótta og iva.

18, 19. (a) Lýs, hvat Pætur sá á Galileavatni. (b) Hvussu svaraði Jesus Pæturi?

18 Í fjórðu náttarvøku, ella onkustaðni millum klokkan trý um morgunin og sólarris, gavst Pætur knappliga at rógva og rætti seg upp. Fram eftir aldunum sá hann okkurt røra seg! Var tað okkurt sprutt frá aldunum, sum endurspeglaðist í mánalýsinum? Nei, tað var ov støðugt og upprætt. Tað var ein maður! Ja, ein maður, og hann gekk á vatninum! Tá ið maðurin nærkaðist, tóktist tað, sum hann fór at ganga beint fram við bátinum. Lærisveinarnir vórðu ræðsluslignir, tí teir hildu, at tað var eitt spøkilsi, teir sóu. Maðurin segði: „Verið hugreystir, tað eri Eg — óttist ikki!“ Tað var Jesus! — Matt. 14:25-27.

19 Pætur svaraði: „Harri, er tað Tú, so sig við meg, at eg skal koma til Tín á vatninum!“ (Matt. 14:28) Hansara fyrsta innskot vísti, at hann var djarvur. Alspentur um hetta einastandandi undrið, royndi Pætur at styrkja sína trúgv enn meiri. Hann vildi vera uppi í tí, sum hendi. Vinaliga bað Jesus hann koma út til sín. Pætur kleiv um stokkin á bátinum og trein niður á óslætta vatnið. Ímynda tær, hvussu tað kendist hjá Pæturi at fáa fótafesti og síðani standa á vatninum. Hann man hava verið púra ovfarin, meðan hann gekk yvir ímóti Jesusi. Men skjótt fekk hann eina heilt aðra kenslu. — Les Matteus 14:29.

„Táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur“

20. (a) Hvussu læt Pætur seg órógva, og hvat varð úrslitið? (b) Hvat týðandi lærdi Jesus Pætur?

20 Pætur mátti hava eyguni fest á Jesus. Tað var Jesus, sum við kraft frá Jehova helt Pæturi uppi á teimum vindbardu aldunum. Og tað gjørdi hann afturfyri, at Pætur trúði. Men Pætur læt seg órógva. Vit lesa: „Táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur.“ Pætur varnaðist knappliga aldurnar, sum brutu í bógvin á bátinum, so froyðurin stóð frá, og ræðsla kom á hann. Hann ímyndaði sær helst, at hann fór at søkka niður í vatnið og drukna í tí. So hvørt sum óttin vaks í hjarta hansara, minkaði trúgvin. Maðurin, ið hevði fingið navnið Klettur, tí hann einaferð skuldi gerast ein støðufastur og álítandi stuðul, tók nú at søkka sum ein steinur, tí trúgv hansara sveik. Pætur dugdi væl at svimja, men leit ikki á, at tað fór at hjálpa honum nú. Hann rópti: „Harri, frels meg!“ Alt fyri eitt rætti Jesus hondina út, tók í hann og hálaði hann upp. Meðan teir enn vóru úti á vatninum, lærdi Jesus Pætur nakað týðandi við hesum spurninginum: „Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?“ — Matt. 14:30, 31.

21. Hví er tað vandamikið at ivast, og hvussu kunnu vit stríðast ímóti iva?

21 „Ivaðist“ — av sonnum eitt beinrakið orð! Ivi kann vera ein sterk og oyðandi megi. Geva vit eftir fyri iva, kann okkara trúgv vikna so líðandi og verða oyðiløgd. Vit mugu stríðast ímóti ivanum! Men hvussu? Við at savna okkum um tað rætta. Dvølja vit við tað, sum ger okkum óttafull, tekur mótið frá okkum ella dregur okkum burtur frá Jehova og soni hansara, veksur ivin í okkum. Men savna vit okkum um Jehova og son hansara, um tað, teir hava gjørt, gera og fara at gera fyri tey, sum elska teir, vinna vit á ivanum, ið kundi oyðilagt okkum trúnna.

22. Hví er trúgvin hjá Pæturi verd at taka eftir?

22 Tá ið Pætur fór við Jesusi inn aftur í bátin, minkaði vindurin. Stilli fall á Galileavatn. Saman við hinum lærisveinunum segði Pætur: „Sanniliga ert Tú Sonur Guds!“ (Matt. 14:33) Tá ið dimmið lætti, man Pætur hava verið sera takksamur. Hann hevði lært at vísa iva og ótta frá sær. Gaman í hevði hann nógv eftir at læra, áðrenn hann gjørdist ein klettur hjá teimum kristnu, soleiðis sum Jesus hevði boðað frá. Men hann setti sær fyri at halda fram at læra, at halda fram at vaksa. Ert tú líka miðvísur? So fert tú at sanna, at trúgvin hjá Pæturi er verd at taka eftir.