Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL ELLIVU

Hann skimaðist, og hann bíðaði

Hann skimaðist, og hann bíðaði

1, 2. Hvørja óhugaliga uppgávu hevði Elias fyri sær, og á hvønn hátt vóru hann og Akab ymiskir?

ELIASI longdist eftir at sleppa at biðja til sín himmalska Faðir í einsemi. Men mannamúgvan, sum var rundan um hann, hevði júst sæð henda sanna profetin kalla eld niður av himli, og nógv av teimum royndu allarhelst at lifra fyri honum. Áðrenn Elias kundi fara niðan á Karmelsfjall at biðja til Jehova Gud fyri seg sjálvan, hevði hann eina óhugaliga uppgávu fyri sær. Hann skuldi tosa við Akab kong.

2 Munurin á teimum báðum monnunum fekk helst ikki verið størri. Akab, sum var ílatin kongalig stásklæði, var ein grammur, viljaveikur og fráfallin maður. Elias var í vanligum profetaklæðum — einum einfaldum kappa, kanska úr skinni ella vovnari kamel- ella geitaull. Hann var ein sera djarvur, falsleysur og trúfastur maður. Dagurin, sum nú var farin at halla, hevði avdúkað nógv um lyndið í hesum báðum monnunum.

3, 4. (a) Hví hevði tað verið ein ringur dagur hjá Akabi og øðrum ba’alsdýrkarum? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna?

3 Tað hevði verið ein ringur dagur hjá Akabi og øðrum ba’alsdýrkarum. Heidni átrúnaðurin, sum Akab og kona hansara, Jesabel drotning, stóðu á odda fyri í tíggjuættaríkinum Ísrael, hevði fingið ein ógvusligan stoyt. Ba’al var avdúkaður sum ein falskur gudur. Profetar hansara høvdu í vitloysi ákallað hann, dansað og skorið seg, so blóðið rann, fyri at fáa hann at svara við eldi. Men hesin lívleysi gudurin fekk ikki svarað teimum við so mikið sum einum lítlum eldi. Ba’al var ikki mentur at forða fyri, at teir 450 ba’alsprofetarnir vórðu dripnir, sum teir høvdu uppiborið. Men hesin falski gudurin hevði eisini svikið á annan hátt, og hetta svikið var av álvara um at koma fram í ljósmála. Í meiri enn trý ár høvdu ba’alsprofetarnir bønað Ba’al um at gera enda á turkinum, sum var í landinum, men tað hevði hann ikki megnað. Skjótt fór Jehova sjálvur at gera enda á turkinum og harvið vísa, at hann var hin sanni Gud. — 1 Kong. 16:30–17:1; 18:1-40.

4 Men nær fór Jehova at leggja upp í leikin? Hvat fór Elias at gera inntil tá? Og hvat kunnu vit læra av hesum trúfasta manninum? Latið okkum kanna frásøguna. — Les Fyrru Kongabók 18:41-46.

Ein biðjandi hugburður

5. Hvat bað Elias Akab gera, og mundi Akab hava lært nakað av tí, sum var farið fram henda dagin?

5 Elias fór til Akab og segði: „Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni.“ Hevði hesin óndi kongurin yvirhøvur lært nakað av tí, sum var farið fram henda dagin? Tað fáa vit ikki at vita í frásøguni, men einki bendir á, at hann angraði ella bað profetin biðja Jehova um fyrigeving sína vegna. Nei, Akab fór rætt og slætt „niðan at eta og drekka“. (1 Kong. 18:41, 42) Hvussu við Eliasi?

6, 7. Hvat bað Elias um, og hví?

6 „Elias fór niðan á Karmelstind og boygdi seg til jarðar við andlitinum millum knøini.“ Meðan Akab fór niðan at eta og drekka, hevði Elias høvi at biðja til himmalska Faðir sín. Legg til merkis eyðmjúka kropsburðin hjá Eliasi — hann lá á knæ við andlitinum millum knøini. Hvat gjørdi hann? Okkum nýtist ikki at gita. Bíblian sigur í Brævi Jákups 5:18, at Elias bað Jehova geva regn. Hann bað helst eina slíka bøn á Karmelstindi.

Bønin hjá Eliasi speglaði hansara inniliga ynski um at síggja Guds vilja verða framdan

7 Jehova hevði áður sagt: ’Eg skal lata regna á jørðini.’ (1 Kong. 18:1) So Elias bað um, at vilji Jehova skuldi ganga út, og tað minnir nógv um bønina, sum Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja áraka túsund ár seinni. — Matt. 6:9, 10.

8. Hvat lærir dømið við Eliasi okkum um bøn?

8 Dømið við Eliasi lærir okkum nógv um bøn. Tað, sum lá Eliasi fremst í huga, var, at vilji Guds skuldi verða framdur. Tá ið vit biðja, er gott at minnast til, at „biðja vit um okkurt eftir vilja [Guds], so hoyrir Hann okkum“. (1 Jóh. 5:14) Tað er eyðsæð, at vit mugu vita, hvat vilji Guds er, um okkara bønir skulu hava hansara tokka — og tí eiga vit at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Elias vildi eisini uttan iva, at turkurin skuldi fáa ein enda, tí hann hugsaði um alla neyðina hjá landsmonnum sínum. Hann var ivaleyst takksamur um undrið, hann hevði sæð Jehova útinna henda dagin. Vit vilja eisini, at okkara bønir skulu vísa okkara hjartans takksemi og umsorgan fyri øðrum. — Les Seinna Korintbræv 1:11; Filippibrævið 4:6.

Hann hevði álit á Gudi og var eftiransin

9. Hvat bað Elias tænara sín gera, og hvørjar tveir eginleikar fara vit at kanna?

9 Elias ivaðist ikki í, at Jehova fór at senda regn, men hann visti ikki, nær hann fór at gera tað. Hvat gjørdi profeturin, ímeðan hann bíðaði? Legg til merkis, at frásøgan sigur: „So segði hann við tænara sín: ’Far niðan og hygg út í havið!’ Hann fór niðan og hugdi út, men segði: ’Einki er at síggja!’ Sjey ferðir segði hann: ’Far avstað aftur!’“ (1 Kong. 18:43) Hetta lærir okkum millum annað, at profeturin hevði álit á Gudi, og at hann var eftiransin.

Elias bíðaði spentur eftir tekni um, at Jehova skjótt fór at lata tað regna

10, 11. (a) Hvussu vísti Elias, at hann hevði álit á lyfti Jehova? (b) Hví kunnu vit eisini líta á Guds lyfti?

10 Elias hevði álit á lyfti Jehova, og tí var hann spentur at síggja tekin um, at Jehova skjótt fór at lata tað regna. Hann bað tænara sín fara niðan á eitt gott útsýnisstað, so hann kundi líta út í havsbrúnna fyri at vita, um nakað bendi á, at tað fór at regna. Tá ið tænarin kom oman aftur, hevði hann ikki góð tíðindi at bera. Hann segði: „Einki er at síggja!“ Einki var at síggja í havsbrúnni, og eingi skýggj vóru eyðsýniliga at hóma á himli. Men legði tú til merkis nakað løgið? Minst til, at Elias júst hevði sagt við Akab kong: „Eg hoyri ljóð av regni.“ Hvussu kundi profeturin siga soleiðis, tá ið einki regnskýggj var at hóma?

11 Elias visti, hvat Jehova hevði lovað. Sum profetur og sendiboð Jehova var hann vísur í, at Gud fór at halda sítt lyfti. Elias hevði so stórt álit á Gudi, at tað var, sum hoyrdi hann longu ljóð av regni. Kanska minnir hetta okkum á tað, sum Bíblian sigur um Móses: „Hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.“ Er Gud líka veruligur í tínum huga? Hann gevur okkum góðar orsøkir til, at vit kunnu hava somu trúgv á hann og hansara lyfti. — Hebr. 11:1, 27.

12. Hvussu vísti Elias, at hann var eftiransin, og hvat gjørdi hann, tá ið hann hoyrdi tíðindini um eitt lítið skýggj?

12 Legg nú til merkis, hvussu eftiransin Elias var. Hann sendi tænara sín avstað aftur, ikki bara eina ferð ella tvær ferðir, men sjey ferðir! Vit kunnu ímynda okkum, at tænarin kanska troyttaðist av eini so eintáttaðari uppgávu, men Elias var enn líka íðin eftir at fáa eitt tekin og misti ikki vónina. Tá ið tænarin kom aftur sjeyndu ferð, segði hann endiliga: „Nú stígur lítið skýggj, til støddar sum manshond, upp úr havsbrúnni.“ Sært tú tænaran fyri tær, meðan hann stendur við strektum armi og við hondini roynir at meta um støddina á tí lítla skýnum, sum kom undan havsbrúnni í Stórahavinum? Kanska helt tænarin ikki, at hetta skýggið var nakað serligt. Men Elias helt, at tað hevði stóran týdning. Nú gav hann tænara sínum hesi átrokandi boð: „Far avstað og sig við Akab: ’Set hestarnar fyri vagnin og far oman, meðan framkomandi er fyri regni!’“ — 1 Kong. 18:44.

13, 14. (a) Hvussu kunnu vit vera eftiransin eins og Elias? (b) Hvørjar orsøkir hava vit til at gera tað, sum neyðugt er, uttan at drála?

13 Aftur nú er Elias ein sera góð fyrimynd hjá okkum. Vit liva eisini á eini tíð, tá ið Gud skjótt fer at fremja sína ætlan. Elias bíðaði eftir, at turkurin skuldi halda uppat, og Guds tænarar í dag bíða eftir, at spilta heimsskipanin verður fyribeind. (1 Jóh. 2:17) Inntil Jehova Gud leggur upp í viðurskiftini, mugu vit vera líka so eftiransin sum Elias. Guds egni sonur, Jesus, gav lærisveinunum hesi ráð: „Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.“ (Matt. 24:42) Meinti Jesus, at lærisveinarnir fóru at vera fullkomiliga óvitandi um, nær endin skuldi koma? Nei, tí hann tosaði nógv um, hvussu heimurin fór at vera, tá ið endin nærkaðist. Vit hava øll møguleika at eygleiða uppfyllingina av nágreiniliga tekninum, sum eyðkennir endan á hesi heimsskipanini. — Les Matteus 24:3-7.

Eitt lítið skýggj var nóg mikið til at sannføra Elias um, at Jehova skjótt fór at senda regn. Teknið um teir síðstu dagarnar gevur okkum sannførandi orsøkir til at gera tað, sum neyðugt er, uttan at drála

14 Hvør einasti partur av tekninum gevur haldgóð og sannførandi prógv um hetta. Kunnu slík prógv fáa okkum at gera tað, sum neyðugt er í okkara tænastu fyri Jehova, uttan at drála? Eitt lítið skýggj í havsbrúnni var nóg mikið til at sannføra Elias um, at Jehova skjótt fór at senda regn. Varð trúfasti profeturin vónsvikin?

Jehova uggar og signar

15, 16. Hvussu kom ferð á hendingarnar, og hvat kann Elias hava hugsað um Akab?

15 Frásøgan sigur: „Eftir eini løtu var himmalin svartur av stormskýggjum, og ógvuligt regn kom. Akab fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre’el.“ (1 Kong. 18:45) Nú kom ferð á hendingarnar. Ímeðan tænarin hjá Eliasi bar Akabi boðini, gjørdist tað lítla skýggið til fleiri, og himmalin varð samdrigin og gráur. Vindurin vaks. Og endiliga fór tað at regna í Ísrael, eftir at turkur hevði verið í landinum í hálvtfjórða ár. Upptornaða jørðin seyg droparnar í seg. Tað regnaði av grimd, so vatnið í Kisonsløki fleyt yvir og uttan iva skolaði blóðið av ba’alsprofetunum burtur. Tey treisku fólkini í Ísrael fingu eisini ein kjans at vaska burtur ta ræðuligu dálkingina, ið ba’alsdýrkanin hevði ført inn í landið.

„Ógvuligt regn kom“

16 Tað var ivaleyst tað, Elias vónaði. Kanska hugsaði hann um, hvussu hesar ógvusligu hendingarnar fóru at ávirka Akab. Fór Akab at angra og venda sær burtur frá ba’alsdýrkanini? Tað, sum var hent henda dagin, átti at fingið hann at gjørt slíkar broytingar. Vit vita sjálvsagt ikki, hvat Akab hugsaði um alt tað, sum var farið fram henda dagin. Frásøgan sigur okkum bara, at kongurin „fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre’el“. Hevði hann lært nakað? Hevði hann sett sær fyri at broyta kós? Nakað, sum hendi seinni, vísir, at svarið er nei. Men dagurin var ikki at enda komin hjá Akabi — ei heldur hjá Eliasi.

17, 18. (a) Hvat hendi Eliasi á vegnum til Jizre’el? (b) Hvat var merkisvert við ferðini hjá Eliasi frá Karmelsfjalli til Jizre’el? (Sí eisini undirgreinina.)

17 Elias fór nú avstað eftir sama vegi sum Akab. Ein long, vát og myrk ferð lá fyri framman. Men so hendi nakað óvanligt.

18 „Hond [Jehova] kom yvir Elias; hann gyrdi lendar sínar og rann undan Akab líka til Jizre’el.“ (1 Kong. 18:46) Tað er eyðsæð, at „hond [Jehova]“ hevði yvirnatúrliga ávirkan á Elias. Jizre’el lá 30 kilometrar burtur, og Elias var eingin unglingi. * Ímynda tær Elias, tá ið hann bant síni longu klæði upp um lendarnar, so hann betur fekk rørt seg, og síðani rann eftir tí dýggjváta vegnum — hann rann so skjótt, at hann fekk kongliga stríðsvognin aftur og legði hann aftur um seg!

19. (a) Hvørji lyfti verða vit kanska mint á í sambandi við orkuna og áhaldnið, sum Jehova gav Eliasi? (b) Hvat visti Elias uttan iva, meðan hann rann til Jizre’el?

19 Elias má veruliga hava mett hetta sum eina stóra signing! At kenna slíka styrki, lívsmegi og áhaldni — kanska meiri enn hann hevði havt í ungdómi sínum — má veruliga hava verið hugtakandi. Vit minnast kanska lyftini um, at hini trúføstu skulu fáa fullkomna heilsu og verða birgari enn í ungdóminum, tá ið jørðin aftur verður eitt paradís. (Les Esaias 35:6; Luk. 23:43) Meðan Elias fór spelandi eftir tí váta vegnum, visti hann uttan iva, at hann hevði tokka hins einasta sanna Guds, Jehova.

20. Hvussu kunnu vit stremba eftir at fáa signing Jehova?

20 Jehova er fúsur at signa okkum. Latið okkum stremba eftir at fáa hansara signing; tað er altíð stríðið vert. Í hesum torføru og álvarsomu tíðum mugu vit eins og Elias vera eftiransin og gjølla kanna týðiligu prógvini um, at Jehova skjótt fer at leggja upp í leikin. Eins og Elias hava vit allar orsøkir til at líta fullkomiliga á lyftini frá Jehova, tí hann er hin „trúfasti Gud“. — Sl. 31:6.

^ par. 18 Stutt eftir hetta gav Jehova Eliasi uppgávuna at læra Elisa upp. Elisa gjørdist kendur sum „hann, sum helti vatn á hendur Eliasar“. (2 Kong. 3:11) Elisa var tænari Eliasar, við tað at hann eyðsýniliga hjálpti hesum eldra manninum á ymiskan hátt.