Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tá ið tú aktar foreldrini, er tað sum at gjalda eina skuld aftur – jú meira álítandi tú ert, størri álit fara tey at vísa tær

TIL UNG FÓLK

10. Álit

10. Álit

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Tá ið ung fólk eru álítandi, kunnu foreldur, vinir og arbeiðsgevarar rokna við teimum. Tey fylgja reglunum, halda tað, sum tey hava lovað, og siga altíð sannleikan.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Hvussu nógv frælsi tú fært, hongur næstan altíð saman við, hvussu álítandi tú ert.

„Tann besti mátin at fáa foreldrini at geva tær størri frælsi er við at vísa, at tú ert búgvin og dugir at taka ábyrgd, ikki bara tá ið tú ert saman við teimum, men eisini tá ið tey ikki eru til staðar.“ – Sarahi.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Rannsakið tykkum sjálvar.“ – 2. Korintbræv 13:5.

HVAT KANST TÚ GERA?

Vilt tú hava onnur at hava størri álit á tær, ella vilt tú royna at byggja álit upp aftur, so kunnu hesi stigini hjálpa tær:

Ver ærligur. Onnur kunnu skjótt missa álitið á tær, viss tú lýgur. Men viss tú ert opin og ærligur, serliga tá ið tú hevur gjørt okkurt galið, hava onnur lættari við at líta á teg.

„Tað er lætt at vera ærligur, tá ið alt gongur væl. Men viss mann eisini er ærligur, tá ið mann hevur gjørt okkurt býtt, er tað virkuliga nakað, sum kann fáa onnur at líta á teg.“ – Caiman.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – Hebrearabrævið 13:18.

Ver álítandi. Í eini kanning, sum varð gjørd í USA, millum fólk, sum seta onnur fólk í starv, svaraðu 78 prosent av teimum, at tað at vera álítandi var „ein av teimum trimum mest týdningarmiklu eginleikunum, sum tey hugdu eftir, tá ið tey skuldu seta nýggj fólk í starv“. Viss tú longu nú ert álítandi, fer tað at gagna tær restina av lívinum.

„Foreldrini leggja merki til tað, tá ið eg taki ábyrgd og geri tað, sum eg skal heima, uttan at tey noyðast at minna meg á tað alla somlu tíðina. Jú oftari eg geri nakað sjálv, uttan at tey biðja meg, meira líta tey á meg.“ – Sarah.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Í áliti á lýdni tínum … [eri eg] vísur í, at tú gert enntá meir enn tað, sum eg sigi.“ – Filemonsbrævið 21.

Ver tolin. Tað er lætt at síggja, at børn og ung vaksa fysiskt, men tað kann taka longri tíð at síggja, at tey eru blivin meira búgvin.

„Mann fær ikki foreldrini og onnur at líta á seg, bara tí mann hevur verið álítandi eina ferð. Men tú kanst byggja álit upp so líðandi, viss tú ert álítandi í longri tíð.“ – Brandon.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Verið tolin.’ – Kolossebrævið 3:12, Nýggi Sáttmálin.