Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HVAT KANN HJÁLPA TEIMUM, SUM SYRGJA?

Hvussu kanst tú takkla sorg?

Hvussu kanst tú takkla sorg?

Tað ber til at finna eina rúgvu av ráðum um, hvussu mann kann takkla sorg, og summi eru betri enn onnur. Orsøkin til, at tað eru so nógv ymisk ráð, er helst, at øll ikki syrgja upp á sama máta. Tað, sum kann hjálpa einum, hjálpir kanska ikki einum øðrum.

Men tað eru allíkavæl nøkur grundleggjandi ráð, sum hava hjálpt nógvum. Hetta eru nøkur ráð, sum serfrøðingar ofta geva, og tey samsvara enntá við tíðarleysu meginreglurnar í Bíbliuni.

1: TAK ÍMÓTI HJÁLP FRÁ FAMILJU OG VINUM

  • Nøkur siga, at tað er tann besta hjálpin, mann kann fáa, tá ið mann syrgir. Men viðhvørt hevur tú kanska bara hug at vera einsamallur. Og kanska verður tú enntá irriteraður inn á tey, sum royna at hjálpa tær. Tað er púra vanligt at hava tað so.

  • Tú noyðist ikki endiliga at vera saman við øðrum alla tíðina, men ansa eftir, at tú ikki kemur til at styggja fólk burtur. Tú fært sikkurt brúk fyri hjálp frá teimum fyrr ella seinni. Fortel øðrum upp á ein blíðan máta, hvat tú hevur brúk fyri, og hvat tú ikki hevur brúk fyri.

  • Viðhvørt hevur tú brúk fyri at vera saman við øðrum, og viðhvørt hevur tú brúk fyri at vera einsamallur.

MEGINREGLA: „Betri eru tveir enn ein … Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur.“– Prædikarin 4:9, 10, Dahl/Viderø.

2: ET SUNT OG RØR TEG

  • Tá ið tú syrgir, hevur tað stóran týdning at eta sunt. Tað er gott at eta varierað og at syrgja fyri at fáa nokk av frukt, grønmeti og proteini.

  • Drekk nógv vatn og aðrar drykkir, sum eru sunnir.

  • Viss tú hevur ringan matarlyst, kanst tú royna at eta eitt lítið sindur og ofta. Tú kanst eisini tosa við læknan hjá tær og vita, um hann hevur nøkur uppskot. a

  • Ein gongutúrur ella onnur rørsla kann hjálpa tær at fáa tað betri. Tá ið tú rørir teg, kann tað hjálpa tær at hugsa meira klárt um tað, sum er hent, ella tað kann fáa teg at hugsa um nakað annað eina løtu.

MEGINREGLA: „Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí.“– Efesusbrævið 5:29.

3: FÁ NOKK AV SVØVNI

  • Tað er altíð viktigt at fáa nokk av svøvni, men serliga tá ið mann er í sorg, tí tá er mann ofta eyka móður.

  • Ansa eftir, at tú ikki drekkur for nógv koffein ella alkohol, tí tað kann ávirka svøvnin hjá tær.

MEGINREGLA: „Betri er ein nevi av friði [hvílu, New World Translation] enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!“– Prædikarin 4:6.

4: FINN ÚT AV, HVAT RIGGAR BEST HJÁ TÆR

  • Minst til, at tað er ymiskt, hvussu fólk syrgja. Tí mást tú finna út av, hvat riggar best hjá tær.

  • Summi halda, at tað er ein hjálp at fortelja øðrum, hvussu tey hava tað, men onnur hava ikki hug at tosa um tað. Sjálvt serfrøðingar eru ikki samdir um, hvat er best at gera. Kanska hevur tú brúk fyri at tosa við ein góðan vin, men ivast í hvussu tú skalt gera. Um so er, kanst tú byrja í smáum og bara fortelja eitt sindur.

  • Summi halda, at tað hjálpir at gráta, og onnur klára seg ígjøgnum sorgina, sjálvt um tey ikki gráta so nógv.

MEGINREGLA: „Hjartað kennir sjálvt beisku sorg sína.“– Orðtøkini 14:10.

5: FÁ TÆR IKKI RINGAR VANAR

  • Nøkur, sum syrgja, royna at linna sálarligu pínuna við alkoholi, rúsevnum ella heilivági. Men at flýggja frá veruleikanum kann gera stóran skaða. Tí sjálvt um tað kanska hjálpir eina lítla løtu, verður støðan bara verri seinni. Royn heldur at finna ein annan máta at linna sorgina.

MEGINREGLA: „Latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein.“– 2. Korintbræv 7:1.

6: BRÚKA TÍÐINA VÆL

  • Nógv halda, at tað er gott at brúka tíð upp á okkurt, sum hjálpir teimum at hugsa um nakað annað eina løtu.

  • Tað kann eisini vera gott fyri teg at vera saman við vinum, at royna at læra okkurt nýtt ella gera okkurt, sum tú heldur vera hugnaligt.

  • Sum tíðin gongur, fært tú tað helst betri og betri, og sálarliga pínan fer at minka.

MEGINREGLA: „Alt hevur stund sína, … at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína.“– Prædikarin 3:1, 4.

7: HAV EINA RUTINU

  • Royn at koma skjótt inn í tann vanliga gerandisdagin aftur.

  • Tá ið tú hevur eina fasta rutinu við svøvni, arbeiði og øðrum, fer gerandisdagurin helst at følast meira vanligur aftur.

  • Viss tú heldur teg í gongd, fært tú tað helst betri.

MEGINREGLA: ’Hann hugsar ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.’– Prædikarin 5:19.

8: TAK IKKI STÓRAR AVGERÐIR FOR TÍÐLIGA

  • Nógv, sum taka stórar avgerðir, beint aftan á at tey hava mist ein kæran, angra tað seinni.

  • Um tað ber til, er tað gott at bíða við at taka stórar avgerðir, sum til dømis at flyta, at skifta arbeiði ella at sleppa sær av við tingini hjá tí, sum mann hevur mist.

MEGINREGLA: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.“– Orðtøkini 21:5.

9: HALT LÍV Í GÓÐUM MINNUM

  • Nógv, sum hava mist ein kæran, halda tað vera gott at gera ymiskt, sum hjálpir teimum at minnast hann ella hana.

  • Tað kann vera góð terapi at hyggja at myndum ella at skriva okkurt niður, sum tit hava upplivað saman.

  • Goym tær nøkur ting, sum vekja góð minnir, og hygg at teimum, tá ið tú følir teg kláran til tað.

MEGINREGLA: „Minst dagarnar í forðum.“– 5. Mósebók 32:7.

10: HALT FERIU

  • Kanska kanst tú halda eina lítla feriu.

  • Viss tað ikki ber til hjá tær at vera burtur serliga leingi, kanst tú kanska gera okkurt hugnaligt saman við vinum ein dag ella tveir, sum til dømis at fara ein túr í fjøllini, ein biltúr ella vitja eitt savn.

  • Bara tað at koma eitt sindur burtur frá gerandisdegnum kann gera stóran mun.

MEGINREGLA: „Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur.“– Markus 6:31.

11: HJÁLP ØÐRUM

  • Tá ið tú hjálpir øðrum, fært tú tað eisini betri sjálvur.

  • Tú kanst byrja við at hjálpa onkrum, sum eisini syrgir um tann, tú hevur mist. Kanska hevur ein vinur ella onkur í familjuni brúk fyri at tosa ella gráta saman við onkrum.

  • Tá ið tú hjálpir øðrum og roynir at ugga tey, verður tú helst eisini sjálvur meira glaður, og tú følir, at tú gert nakað gott.

MEGINREGLA: „Sælari er at geva enn at fáa.“– Ápostlasøgan 20:35.

12: HUGSA UM, HVAT HEVUR TÝDNING Í LÍVINUM

  • Sorg kann hjálpa tær at finna út av, hvat hevur størstan týdning í lívinum.

  • Hugsa um, hvat tú brúkar lívið til.

  • Broyt tað, sum má broytast.

MEGINREGLA: „Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta.“– Prædikarin 7:2.

Tú kanst ikki vænta, at sorgin hvørvur heilt. Men nógv, sum hava mist ein kæran, siga, at tað at fylgja góðum ráðum, sum til dømis teimum í hesi greinini, hevur hjálpt teimum at takkla sorgina upp á ein góðan máta. Tað finnast sjálvsagt uppaftur fleiri mátar at linna sálarligu pínuna. Men viss tú roynir at fylgja nøkrum av hesum ráðunum, kann tað kanska linna tína sorg eitt sindur.

a Vaknið! mælir ikki til nakra ávísa heilsuviðgerð.