BÍBLIAN BROYTIR LÍV
’Eg fór av álvara at hugsa um, hvat eg ætlaði við mínum lívi’
FØDDUR: 1941
HEIMLAND: AVSTRALIA
FORTÍÐ: ROYKTI OG DRAKK
BAKGRUND
Eg vaks upp í Warialda, einari bygd í New South Wales. Warialda er eitt bóndasamfelag við neyta- og seyðahaldi, og so dyrka tey eisini korn og ymiskt annað. Bygdin er nosslig, og har er lítil og eingin kriminalitetur.
Eg eri tann elsti av tíggju børnum, og tá ið eg var 13, fór eg út at arbeiða fyri hjálpa til við at forsyrgja familjuni. Eftirsum eg ikki hevði gingið so nógv í skúla, arbeiddi eg hjá ymiskum bóndum. Tá ið eg var 15, arbeiddi eg við at temja vill ross.
Arbeiðið hjá bóndunum var bæði gott og ringt. Upp á ein máta dámdi mær virkuliga væl arbeiðið og umhvørvið. Tað var nakað serligt at sita við bálið um kvøldarnar, síggja mánan og allar stjørnurnar og njóta kvøldarlotið, sum angaði av runnunum har rundanum. Eg hugsaði, at onkur mátti hava skapt alt hetta fantastiska. Hinvegin hevði arbeiðið á gørðunum eisini ringa ávirkan á meg. Mínir arbeiðsfelagar bannaðu og royktu, og tað fór eg eisini at gera.
Tá ið eg var 18, flutti eg til Sydney. Eg royndi at sleppa inn í herin, men slapp ikki, tí eg hevði for lítla skúlagongd. So fekk eg mær eitt arbeiði og bleiv verandi í Sydney í eitt ár. Tað var tá, eg fyrstu ferð møtti Jehova vitnum. Tey bjóðaðu mær á møti, og eg helt beinanvegin, at tað, sum eg hoyrdi har, ljóðaði rætt.
Men stutt eftir hetta, gjørdi eg av at flyta út aftur í ’bushina’. Eg endaði í Goondiwindi, Queensland. Eg fekk mær eitt arbeiði, bleiv giftur og fór tíverri eisini at drekka.
Konan og eg fingu tveir synir. Tá ið teir vóru føddir, fór eg av álvara at hugsa um, hvat eg ætlaði við mínum lívi. Eg mintist tað, sum eg hevði hoyrt á møtinum hjá Jehova vitnum í Sydney, og vildi gjarna vita meira.
Eg fann eitt gamalt Vakttorn, og har stóð adressan til deildarskrivstovuna hjá Jehova vitnum í Avstralia. Eg sendi teimum eitt bræv og bað um hjálp. Tað hevði við sær, at ein blíður maður frá Jehova vitnum kom at vitja meg. Og vit fóru rættiliga skjótt at kanna Bíbliuna saman.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Tá ið eg kannaði Bíbliuna, fann eg út av, at eg hevði nógv at broyta. Eitt bíbliuørindi, sum ávirkaði meg nógv, var 2. Korintbræv 7:1. Har stendur, at vit mugu reinsa okkum frá øllum, sum dálkar kroppin.
Eg setti mær fyri at leggja av at roykja og drekka. Tað var ikki lætt, tí tað var ein gamal vani. Men eg hevði gjørt av, at nú skuldi eg liva soleiðis, at eg kundi gleða Gud. Tað, sum hjálpti mær mest, var tað, sum stendur í Rómbrævinum 12:2: „Berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara.“ Tað vísti mær, at viss eg skuldi broyta mínar vanar, mátti eg eisini broyta mínar tankar. Eg mátti fáa somu áskoðan á mínar vanar sum Gud – nemliga at teir vóru skaðiligir. Við hansara hjálp kláraði eg at leggja av at roykja og drekka.
„Viss eg skuldi broyta mínar vanar, mátti eg eisini broyta mínar tankar“
Men tað ringasta hjá mær var at halda uppat at banna. Eg visti, at Bíblian sigur, at vit ikki skulu brúka ljót orð. (Efesusbrævið 4:29) Allíkavæl kláraði eg ikki beinanvegin at halda uppat at banna. Eitt, sum hjálpti mær, var at hugsa um tað, sum stendur í Esaias 40:26: „Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ Viss Gud var mentur at skapa alheimin – sum eg elskaði at hyggja at – var hann sjálvandi eisini mentur at hjálpa mær at halda uppat at banna. Við nógvum stríði og nógvum bønum eydnaðist tað til síðst.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Tá ið eg arbeiddi á gørðunum, hevði eg sjáldan havt møguleika at tosa við onnur, tí har vóru so fá fólk. Men við upplæringini, sum eg havi fingið á møtunum hjá Jehova vitnum, havi eg lært at málbera meg. Nú fellur tað mær lættari at tosa við onnur og fortelja teimum um Guds ríki. – Matteus 6:9, 10; 24:14.
Hesi seinastu árini havi eg tænt sum elsti í samkomuni. Eg síggi tað sum ein framíhjárætt at hjálpa mínum brøðrum og systrum.
Eg takki Jehova fyri, at eg, sum havi gingið so lítið í skúla, sleppi at blíva undirvístur av honum. (Esaias 54:13) Eg eri púra samdur í tí, sum stendur í Orðtøkunum 10:22: „Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan.“