Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Pawel Gluza/500Px Plus/Getty Images

VER VAKIN!

Dýralívið er minkað við 73 % tey síðstu 50 árini – hvat sigur Bíblian?

Dýralívið er minkað við 73 % tey síðstu 50 árini – hvat sigur Bíblian?

 Tann 9. oktober 2024 kom Heimsnáttúrugrunnurin við einari frágreiðing um, hvørja ávirkan menniskju hava havt á dýralívið á jørðini. Í frágreiðingini stendur: „Tey síðstu 50 árini (1970-2020) er talið á dýrum, sum mann kennir til, minkað við 73 %.“ Frágreiðingin kemur eisini við hesi ávaringini: „Tað, sum hendir tey næstu fimm árini, fer at hava avgerandi týdning fyri, hvussu lívið á jørðini verður í framtíðini.“ – WWF Living Planet Report 2024, worldwildlife.org.

 Tað er einki at siga til, at fólk verða sjokkeraði, tá ið tey hoyra sovorðnar frágreiðingar. Vit eru so góð við okkara vøkru jørð og halda tað vera ræðuligt at síggja, hvussu dýrini líða. Orsøkin til, at vit hava tað soleiðis, er, at tá ið Gud skapti okkum, ætlaði hann, at vit skuldu taka okkum av dýrunum. – 1. Mósebók 1:27, 28; Orðtøkini 12:10.

 Klára vit at verja dýralívið? Hvat sigur Bíblian?

Vón er fyri framman

 Líkamikið hvussu nógv verður gjørt fyri at bjarga dýralívinum, er tað bara Gud, sum er førur fyri at bjarga tí. Bíblian sigur í Opinberingini 11:18, at Gud fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. Hetta ørindið lærir okkum tvey ting:

  1.  1. Gud fer at forða menniskjum í at oyðileggja jørðina.

  2.  2. Gud fer skjótt at leggja upp í leikin. Hvussu vita vit tað? Jú, tí vandin fyri, at menniskjuni oyðileggja dýralívið á jørðini, hevur ongantíð verið so stórur sum nú.

 Hvussu fer Gud at loysa trupulleikan? Hansara ríki, sum er ein stjórn í himli, fer at ráða yvir allari jørðini. (Matteus 6:10) Tann stjórnin fer at læra okkum menniskju, hvussu vit á bestan hátt kunnu taka okkum av dýrunum og verja tey. – Esaias 11:9.