Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

CreativeDesignArt/DigitalVision Vectors via Getty Images

VER VAKIN!

Er ein heimur uttan rasismu bara ein dreymur? Hvat sigur Bíblian?

Er ein heimur uttan rasismu bara ein dreymur? Hvat sigur Bíblian?

 Nógv ynskja sær ein heim uttan rasismu, men inntil víðari sær tað út til at vera utopi.

  •   „Rasisma heldur fram at forpesta stovnar, sosialar karmar og gerandislív um allan heimin. Tað er nakað, sum blívur við at elva til ójavna.“ – António Guterres, ST-aðalskrivari.

 Verður javnstøða millum fólkasløg nakrantíð veruleiki? Hvat sigur Bíblian?

Hvussu sær Gud upp á tey ymisku fólkasløgini?

 Bíblian vísir okkum, hvussu Gud metir fólk við ymiskum húðarliti og etniskum uppruna.

  •   „[Gud] hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki.“ – Ápostlasøgan 17:26.

  •   „Gud ger ikki mannamun, men … í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ – Ápostlasøgan 10:34, 35.

 Bíblian vísir altso, at øll menniskju eru í familju, og at øll fólkasløg eru líka nógv verd í Guds eygum.

Hvussu verður trupulleikin við rasismu loystur?

 Guds ríki, sum stjórnar úr himli, fer at syrgja fyri, at rasisma ikki verður til longur. Undir tí stjórnini fara fólk at læra, hvussu mann sleppur av við fordómar, og hvussu mann eigur at fara við øðrum.

  •   ’Tey, sum á jarðarríki búgva, læra rættferð.’ – Esaias 26:9.

  •   „Ávøkstur rættvísinnar skal vera friður, og vinningur rættarins skal vera ró og trygd – til ævigar tíðir.“ – Esaias 32:17.

 Milliónir av menniskjum hava kannað Bíbliuna og lært at fara væl við øðrum og at vísa teimum virðing.