Kvinnur og tryggleiki – hvat sigur Bíblian?
Milliónir av kvinnum og gentum um allan heimin eru blivnar sera illa viðfarnar. Ert tú ein av teimum? Gud vil, at tú skalt føla teg trygga. Hví hevur tað týdning fyri Gud, at kvinnur føla seg tryggar, og hvussu fer hann at loysa henda heimsumfatandi trupulleikan?
„Tá ið eg var smágenta, fór beiggi mín illa við mær hvønn dag, bæði fysiskt og verbalt. Aftan á at eg var blivin gift, var tað vermamman, sum var ljót ímóti mær. Hon og verpápi mín behandlaðu meg sum ein træl. Tað endaði við, at eg fekk sjálvmorðstankar.“ – Madhu, a India.
„Harðskapur ímóti kvinnum er ein globalur samfelagstrupulleiki,“ staðfestir Heimsheilsustovnurin (WHO). Mett verður, at umleið triðjahvør kvinna upplivir antin fysiskan ella kynsligan harðskap fyrr ella seinni í lívinum.
Hevur tú upplivað tað? Um so er, følir tú teg kanska ótrygga, líkamikið hvar tú fert, tí tú ert bangin fyri at blíva illa viðfarin, antin verbalt, fysiskt ella seksuelt. Viss tú ert blivin illa viðfarin, bara tí tú ert kvinna, hevur tú kanska fingið ta fatan, at tey flestu halda, at kvinnur ikki hava týdning. Men hava kvinnur týdning í Guds eygum?
Hvørja áskoðan hevur Gud á kvinnur?
Bíbliuørindi: „Sum mann og kvinnu skapti [Gud] tey.“ – 1. Mósebók 1:27.
Týdningur: Gud skapti menn og kvinnur. Í hansara eygum hava tey bæði tvey uppiborið virðing. Haraftrat sigur hann týðiliga í Bíbliuni, at ein giftur maður skal „elska konu sína sum seg sjálvan“. Hann skal ikki royna at bestemma yvir henni, og slett ikki tosa ljótt við hana ella vera harðligur. (Efesusbrævið 5:33; Kolossebrævið 3:19) Tað er týðiligt, at Gud vil, at kvinnur skulu føla seg tryggar.
„Fleiri skyldfólk misbrúktu meg kynsliga, tá ið eg var smágenta. Og tá ið eg var 17, hótti stjórin við at koyra meg, viss eg ikki vildi hava sex við honum. Sum vaksin eri eg blivin niðurgjørd av manninum, foreldrunum og grannunum. Men so lærdi eg um Jehova, b sum hevur skapt okkum. Hann hevur virðing fyri kvinnum. Tað sannførdi meg um, at hann elskar meg, og at eg eri dýrabar í hansara eygum.“ – Maria, Argentina.
Hvat kann hjálpa tær at fáa tað betri?
Bíbliuørindi: „Vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.“ – Orðtøkini 18:24.
Týdningur: Ein sannur vinur hjálpir og stuðlar tær. So viss tú heldur, at tú klárar tað, er tað gott at fortelja einum góðum vini, hvussu tú hevur tað.
„Tað gingu 20 ár, áðrenn eg fortaldi nøkrum, at eg var blivin kynsliga misnýtt. Eg var altíð kedd, bangin og tung í huga. Men tá ið eg endiliga tosaði við onkran, sum virkuliga lurtaði, var tað ein ótrúligur lætti.“ – Elif, Turkaland.
Bíbliuørindi: „Kastið alla sorg tykkara á [Gud]! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.
Týdningur: Tú kanst vera vís í, at Gud lurtar eftir tær, tá ið tú biður. (Sálmur 55:23; 65:3) Hann hevur umsorgan fyri tær, og hann vil gjarna hjálpa tær at skilja, hvussu dýrabar tú ert.
„Tá ið eg lærdi Jehova at kenna, blivu tey djúpu sárini, eg hevði fingið, so spakuliga grødd. Nú fortelji eg Gudi alt. Hann er mín góði vinur, og hann skilur akkurát, hvussu eg havi tað.“ – Ana, Belis.
Fer Gud nakrantíð at steðga áganginum ímóti kvinnum?
Bíbliuørindi: Jehova fer „at døma í søk hins faðirleysa og kúgaða. Ikki skal menniskjað, sum er av mold, longur volda ræðslu“. – Sálmur 10:18.
Týdningur: Gud fer skjótt at beina fyri øllum órættvísi, og tá verður eingin ágangur ella harðskapur ímóti kvinnum.
„Tað at vita, at Jehova skjótt fer at steðga øllum ágangi ímóti kvinnum og gentum, er nakað, sum hevur hjálpt mær nógv. Tað hevur givið mær frið í sinnið.“ – Roberta, Meksiko.
Hevur tú hug at vita meira um, hvørja vón Bíblian gevur, og hví tú kanst líta á tað, sum stendur í Bíbliuni? Og ert tú forvitin um, hvussu Jehova vitni brúka Bíbliuna til at hjálpa øðrum? So kanst tú biðja um eina vitjan.
a Nøvnini eru broytt.
b Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Sí greinina „Hvør er Jehova?“