Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 127

Vit bygdu navni tínum hús

Vit bygdu navni tínum hús

(1 Krønikubók 29:16)

1. Av sonnum ein heiður, Jehova,

at byggja tí navninum hús,

ið lýsir títt æviga veldi;

tað gjørdu vit fegin og fús.

Av tí, sum tín hond hevur givið,

vit geva tær aftur í dag.

Øll orka, alt skil, allar gávur,

Jehova, vit víga tær tað.

(NIÐURLAG)

Vit bygdu navni tínum hús

og gleddust til henda dag.

Vit víga navni tínum hús,

Faðir, vilt tú signa tað?

2. Nú skulu vit bera tær heiður

og fylla í húsið tín prís.

Leið fólkini higar, Jehova,

at læra ta leið, ið er vís.

Og hjálp okkum handfara húsið

við virðing og røkja tað væl,

at altíð tað prýðir tann boðskap,

sum hiðani prædikast skal.

(NIÐURLAG)

Vit bygdu navni tínum hús

og gleddust til henda dag.

Vit víga navni tínum hús,

Faðir, vilt tú signa tað?