„Boða gleðiboðskapin!“
Stevna hjá Jehova vitnum 2024
Ókeypis atgongd • Eingin pengainnsavning
Hæddarpunkt
Fríggjadagur: Vit fáa prógv fyri, at tað, sum vit lesa um Jesus í evangeliunum, veruliga er hent. Og vit fáa eisini at vita, hvussu hesar bíbilsku frásøgurnar kunnu gagna okkum í dag.
Leygardagur: Hvat bleiv profeterað um Jesu føðing og barndóm, og gekk tað út?
Sunnudagur: Í fyrilestrinum „Hví ræðast vit ikki ring tíðindi?“ fáa vit at vita, hví milliónir av menniskjum í dag síggja ljóst upp á framtíðina, sjálvt um viðurskiftini í heiminum bara versna.
Drama
Frásøgan um Jesus – 1. partur
Hitt sanna ljósið kemur í heimin
Jesu føðing var eitt undur og bara tann fyrsta av nógvum ótrúligum hendingum í hansara barndómi. Ein óndur kongur vildi drepa hann, og foreldrini noyddust at flýggja til Egyptalands við honum. Seinni blivu nakrir av teimum størstu lærarunum tá í tíðini ovfarnir av øllum tí, sum hann visti. Hesar hendingarnar og aðrar verða at síggja í fyrsta partinum, sum verður vístur í tveimum fríggjadagin og leygardagin.
Hygg at videounum niðanfyri um stevnuna í ár
Hvussu ganga okkara stevnur fyri seg?
Hvat kanst tú vænta tær av einari stevnu hjá Jehova vitnum?
Stevna hjá Jehova vitnum 2024: Boða gleðiboðskapin!
Ein brellbiti úr stevnuskránni í ár.
Ein brellbiti úr dramanum: Frásøgan um Jesus
Nógv vita, at Jesu føðing var eitt undur. Men hvat hendi áðrenn og aftaná?