Vit gjørdu av at liva meira einfalt
Madián og Marcela manglaðu einki. Tey høvdu eitt gott lív í Medellín í Kolumbia. Madián hevði eitt væl lønt starv, so tey høvdu ráð at búgva í eini lekkrari íbúð. Men so hendi nakað, sum fekk tey at hugsa um, hvat tey raðfestu fremst sum tænarar hjá Jehova Gudi. Tey siga: „Í 2006 vóru vit á serliga stevnudegnum, sum hevði heitið ’Halt eyga títt klárt’, og nógvir fyrilestrar henda dagin eggjaðu okkum til at liva meira einfalt fyri at kunna gera meira í tænastuni fyri Gud. Eftir stevnuna skiltu vit, at vit gjørdu akkurát tað øvuta. Vit keyptu ting uttan at hugsa okkum um og høvdu stóra skuld.“
Hesir fyrilestrarnir fingu Madián og Marcelu at steðga á og hugsa seg um. Tey fóru beinanvegin í holt við at gera broytingar fyri at kunna liva meira einfalt. „Vit hildu uppat at brúka so nógvar pengar,“ siga tey. „Vit fluttu í eina minni íbúð, seldu bilin og keyptu eina motorsúkklu.“ Tey hildu eisini uppat at fara í handilsmiðstøðir fyri ikki at blíva freistað til at keypa so nógv. Eitt annað, tey gjørdu, var at brúka meira tíð upp á at tosa við fólk um Bíbliuna. Og tey blivu góðir vinir við nøkur, sum vóru serpionerar, * og sum brúktu meginpartin av sínari tíð upp á at læra onnur um Jehova.
Stutt eftir gjørdu Madián og Marcela av, at tey vildu gera enn meira fyri Jehova, og tí fluttu tey til eina lítla samkomu úti á bygd, sum hevði brúk fyri hjálp. Fyri at kunna flyta segði Madián starvið hjá sær upp. Arbeiðsgevarin hjá honum helt, at tað var heilt burturvið. Men so spurdi Madián hana: „Tú tjenar nógvar pengar, men ert tú lukkulig?“ Hon segði, at tað var hon ikki, tí hon hevði nógvar trupulleikar, sum hon ikki fekk gjørt nakað við. Madián segði við hana: „So tað, sum hevur týdning, er altso ikki, hvussu nógvar pengar mann tjenar, men at finna út av, hvat tað er, sum ger okkum glað og lukkulig. Tað, sum gevur mær og konuni gleði, er at læra onnur um Gud, og tí vilja vit gjarna brúka enn meira tíð upp á tað.“
Madián og Marcela eru lukkulig og nøgd, tí tað, sum hevur størstan týdning í teirra lívi, er at tæna Gudi. Tey seinastu 13 árini hava tey hjálpt til í samkomum við stórum tørvi í útnyrðingspartinum av Kolumbia. Og nú hava tey fingið tann framíhjárættin at tæna sum serpionerar.
^ par. 2 Lokala deildarskrivstovan hjá Jehova vitnum útnevnir serpionerar til at boða tey góðu tíðindini fulla tíð í ávísum økjum. Teir fáa eina lítla samsýning at liva fyri.